Finn títt nýggja starv á JobMatch

Finn títt nýggja starv á JobMatch
Í allan dag verður skipað fyri JobMatch í Öström á Skálatrøð, har lesandi og útisetar kunnu hitta fyritøkur og luttaka í viðkomandi kjakfundum. Í tí sambandi hevur Röddin tosað við Ólav Ólavsson um, hvussu hann nýtti tiltakið í fjør at finna sítt núverandi arbeiði.
29.12.2013 - 08:30

Í dag verður á fimta sinni skipað fyri JobMatch, har øll áhugað kunnu koma í samband við tær 33 fyritøkurnar, sum luttaka á tiltakinum. Ráðstevnan er ætlað ungum lesandi og útisetum, og ætlanin er, at tiltakið skal byggja brýr millum fyritøkurnar og vitanina og førleikan, sum føroysk lesandi kunnu bjóða.

 

Ein av hesum lesandi er Ólavur Ólavsson, sum í fjør luttók á JobMatch. Hann luttók miðvíst fyri at finna sær eitt starv og hevði fyrireikað seg til júst hetta. Hann greiðir frá, at áðrenn stevnan byrjaði, setti hann seg inn í, hvørjar fyritøkur luttóku, og hvørjar vóru áhugaverdar fyri hansara útbúgving.

 

- Eg skrivaði meg upp til Jobprát við tær fyritøkurnar, og til sjálv prátini gjørdi eg mær ómak at vita sum mest um virksemið hjá fyritøkunum. Harafturat hevði eg gjørt mær nakrar tankar um, hvat júst eg hevði at bjóða júst teimum sum møguligt starvsfólk, sigur Ólavur.

 

Til ráðstevnuna hevði hann prentað eintøk av sínum CV og gjørt visitkort, so tað var ómakaleyst hjá fyritøkunum at seta seg í samband við hann aftaná.

 

- Eg hevði bílagt Jobprát frá fýra ella fimm fyritøkum, og harafturat hevði eg eisini nøkur tilvildarlig prát við aðrar fyritøkur á stevnuni. Øll prátini gingu væl, viðmerkir Ólavur, sum til endans var so heppin at fáa úrslit frá ráðstevnuni.

 

- Innan tvær vikur høvdu tvær fyritøkur sett seg í samband við meg aftur, og fýra vikur eftir JobMatch fekk eg starvið, eg havi í løtuni.

 

Starvið, hann fekk, er sum ráðgevi á ERP-deildini hjá Formula, og hann heldur júst hetta starvið vera sera hóskandi til sína útbúgving sum cand.merc.

- Aftaná eina langa teoretiska útbúgving er tað kærkomið at kunnu dálka fingrarnar við eitt sindur av praktiskum royndum, sigur hann og endar við einum ráðum til tey, ið fara á JobMatch í dag:

 

- Eg haldi, at tað er týdningarmikið ikki einans at skilja hesi Jobprátini sum reinar starvssamrøður, men sum íløgur í netverkan í føroysku vinnuni.

 

JobMatch verður í dag frá kl. 13.00 til 19.00 í Öström á Skálatrøð í Havn, og síðan verður kvøldseta frá kl. 20.00 til 22.15, tá BUDAM endar við konsert.

 

Øll skráin, meirra kunning og góð ráð kunnu lesast á heimasíðuni hjá JobMatch her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.