Jobmatch 2014

Jobmatch 2014
Kunna teg um føroyska arbeiðsmarknaðin á árliga Jobmatch tiltakinum.
17.12.2014 - 12:00

Sætta árið á rað, verður skipað fyri Jobmatch í Føroyum. Tað er Tórshavnar Kommuna í samstarvi við altjóða Skrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya, Vinnuhúsinum og MFS, ið skipa fyri tiltakinum. Við á tiltakinum eru 35 føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur, ið er tað mesta higartil. Tiltakið er serliga ætlað lesandi, nýútbúnum og útisetum sum heild. Á tiltakinum er møguleiki fyri at fáa kunning um føroyska arbeiðsmarknaðin og møguliga finna eitt starv. Úrslit vísa, at 10% fáa bjóðað starv, aftan á at hava luttikið.

 

 

 

JobPrát

Til ber at bíleggja sær eitt JobPrát við luttakandi fyritøkur, stovnar og kommunur. Tað snýr seg um eina samrøðu á 10-15 minuttir, har tú fær kunning um møguleikar á arbeiðsmarknaðinum o.a Seinasta freist at bíleggja eitt prát er 28. desembur.

 

 

Tiltakið er í Norðurlandahúsinum týsdagin 30. desembur.

 

Les meir á www.jobmatch.fo

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.