- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jón Aldará nýggjur sangari í Barren Earth
Á heimasíðuni metalunderground.com sigur Jón Aldará soleiðis um møguleikan: “Sum fjeppari av Barren Earth var eg ongantíð í iva um at vísa mín áhuga fyri hesum plássinum sum sangari. Og nú, tá ið alt er farið í gongd, og eg havi havt tíð at hyggja eftir nýggja tilfarinum, eri eg ótrúliga spentur at vera partur av framtíðini hjá bólkinum. Now let’s rock.”
Finski deyðsmálmsbólkurin, Barren Earth, varð stovnaður í 2008 og hevur nógvar limir, ið longu frammanundan eru kendir úr øðrum tungmálmsbólkum. Mikko Kotamäki hevur sungið í fløgunum, ið higartil eru útgivnar. Í seinastuni hevur bólkurin verið upptikin við at gera tilfar til triðju fløguna, sum eftir ætlan skal spælast inn í vár.
Á metalunderground.com fortelur bólkurin, at teir eru spentir at taka ímóti Jón Aldará. Janne Perttilä sigur soleiðis um nýggja føroyska sangaran: “Jón er ein vinur við einari sterkari rødd, sum passar einki minnið enn perfekt til okkara tilfar - nýtt sum gamalt. Eg flenti sum býtt, tá ið vit til okkara fyrstu venjing aftaná nógvar meylar aftur og fram teir seinastu mánaðirnar øvaðu nakrar sangir við Jón, alt ljóðaði so gott. Tað er eingin máti at siga hetta, uttan at tað ljóðar ordiliga cliché, men hansara leiklutur í nýggja tilfarinum hevur longu givið ljóðinum hjá bólkinum eitt heilt nýtt støði. Eg kann ikki bíða eftir at fara á pallin og í studio.”
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |