Øssur Johannesen: Eg fylli tómleikan við listini

Øssur Johannesen: Eg fylli tómleikan við listini
Har vóru ov nógvir lekkrir málningar við sprøklutum litum, so fyri javnvágina kendi eg meg noyddan at arbeiða við svørtum litum.
14.01.2014 - 10:45

- Myndlist er ein háttur at málbera seg sjálvan. Men eg haldi, at myndirnar tala fyri seg.

 

Hetta sigur listamaðurin Øssur Johannesen í sjónbrotinum niðanfyri, sum er ein persónslýsing av teknaranum, málaranum, yrkjaranum og tónleikaranum Øssur, sum flutti til Danmarkar, tí hann ikki fekk frið at vera til í Føroyum.

 

- Eg bleiv illa viðfarin, so eg rýmdi. Eg bleiv álopin uttanfyri vertshús og sparkaður í høvdið.

 

Í sjónbandinum greiðir hann frá, at sum ungur málaði hann ofta landsløg, men tað er hann givin við. Nú hyggur hann ikki úteftir fyri at finna evni til sínar málningar, nú hyggur hann inneftir.

 

- Hetta er eisini ein lekingargongd, tí eg havi verið plágaður av sálarligari sjúku mesta av lívinum. Hetta er mín máti at grøða meg sjálvan. Tað hevur okkurt við einsemið at gera. Mann fyllir ein tómleika við at tekna, mála og skriva yrkingar, og tað geri eg eisini.

 

Síggj alt sjónbandið, sum er á donskum, her (leinkjar til Youtube).

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.