Gerst maltesiskur ríkisborgari fyri fimm milliónir krónur

Gerst maltesiskur ríkisborgari fyri fimm milliónir krónur
ES limalondini eru í øðini, nú Malta hevur viðtikið eitt uppskot, har útlendingar kunnu keypa maltesiskan ríkisborgaraskap fyri fimm milliónir krónur og soleiðis gerast lógligir ES borgarar.
16.01.2014 - 12:45

Maltesiska stjórnin vil vinna meira pening í landskassan við at selja 1.800 ríkisborgaraskapir, men hetta hevur elvt til harðmælt kjak í ES tinginum.

 

- Tað er ósamsvarandi, at ein oyggj, sum er kend fyri, at hundraðtals fátøk flóttafólk drukna, tá bátar søkka rundan um hana, nú skal selja ríkisborgaraskap til øll tey, sum hava ráð at punga út við so nógvum pengum, sigur danski ES tíðindamaðurin, Niels Kvale, við DR.

 

Umsøkjarar noyðast ikki at fáa sær fastan bústað á Malta, men kunnu flyta runt sum allir aðrir ES borgarar hava rættindini til, eins og tey kunnu ferðast inn í onnur lond uttan at søkja um visum fyrst.

 

ES hevur ikki heimild til at steðga Malta í at fremja hetta uppskot í verki, tí tað málið um ríkisborgaraskapir er innlendismál, og uppskotið kemur væntandi at virka frá byrjanini av februar í ár.

 

Les alla greinina á dr.dk her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.