- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veitst tú, hvat Skyr er?
Kosttrends koma og fara allatíð, líka sum við so nógvum øðrum. Eitt sum er nokkso ”hott” fyri tíðina er Skyr.
Skyr er eitt íslendskt mjólkaprodukt, sum av álvara hevur vunnið sær sítt fasta pláss á morgunmatarborðinum hjá nógvum. Íslendarar hava framleitt og etið skyr síðan víkingatíðina, men nústaðni tekur umheimurin jogurtkendu vøruna til sín. Tað verður úttalað "chir".
Tað er serliga millum ung í Føroyum væl umtókt at fáa sær Skyr sum morgunmat ella millummála, og eisini hava fleiri skúlar runt landið fingið sær skyr á hillarnar í kantinuni. Tað er ivaleyst so populert, tí tað er so sunt og mettandi, sum tað er.
Tað, sum ger skyr serstakt í mun til jogurt, er tað lága feittinnihaldið og nógvu proteinurnar. Konsistensurin er tættur, tjúkkur og hevur ein súrligan smakk, sum minnir eitt sindur um ”frozen jogurt”.
Í samband við klænkingakurar er skyr ideelt, tí tað bæði mettar og setur gongd í forbrenningina, og samstundis er feittinnihaldið minimalt. Fólk, ið ganga høgt uppí fitness og vælveru hava tikið tað til sín í stóran mun.
So er spurningurin bara, er skyrið komið fyri at vera? Ella er hetta bara ein onnur mat-trend av fleiri, sum dettur burtur aftaná eina tíð, ella eru fólk longu troytt av tí?
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |