Landsløg gjørd av mati

Landsløg gjørd av mati
Carl Warner ger mat um til fjøll, steinar, bygningar, trø - ja alt! Myndirnar hjá honum, sum verða kallaðar "foodscapes", hava vakt ans í listaheiminum.
03.02.2014 - 01:00

Myndamaðurin Carl Warner hevur sín heilt egna stíl og serkenni, tá tað kemur til hansara fotomyndir. Hann tekur myndir av landsløgum – men landsløgini eru gjørd úr mati!

 

Ein ostur er ein pyramida, brokkoli er sjálvandi trø, epli eru steinar, meðan breyð eru fjøll. Mann skuldi trúð, tað bleiv truplari, tá tað kom til at gera myndir av bygningum. Men nei - tá brúkar hann bara keksir, ananas ella ost sum múrsteinar, og sum tekju smekkar hann eina breyðskivu ella eina keks á. Tá hann gjørdi eitt sjokulátutok, brúkti hann m.a. Kit Kat sum tokskinnarar. Sum mann sigur, so er tað bara hugflogið, ið setur mørk...

 

Áðrenn hann fann uppá hetta, málaði hann og tók myndir av vanligum landsløgum ymsa staðni í heimi. So ein dagin fyri nøkrum árum síðan sá hann nakrar svampar, sum mintu hann um trø í Afrika. Hetta gav honum íblástur til at gera hesi sokallaðu "foodscapes".

 

Síðan tá hevur hann skapað alt millum himmal og jørð burtur úr mati, og hansara yrkisleið tók eina heilt øðrvísi vend.

 

Hvør einasta detalja er við; kekkið feitu myndirnar hjá Warner her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.