- Tíðindi, mentan og ítróttur
Paul Watson: Danmark er sjúkasta land í Evropa
Zoologiski Havin í Keypmannahavn valdi sunnudagin at taka lívið av unga giraffinum, Marius. Hetta hevur fingið øðina í Paul Watson, sum er komin við hørðum útmeldingum á Facebook um Føroyar og Danmark.
- Tað er ómakur at danir og teirra varðland, Føroyar, vísa smáum børnum andstyggiligu morðini, og í Føroyum loyvir mann børnum at taka lut í tí, skrivar Paul Watson á hansara facebookvangamynd.
Viðlagt hevur hann eina collagu við myndum av grindadrápi í Føroyum og deyða giraffinum í Danmark. Á øllum myndunum flokkast børn rundan um drápini, og av tí at Danmark er í sama ríkisfelagsskapi sum "barbarisku Føroyar", leiðir tað til myndatekstin: Denmark - probably the sickest country in Europe.
Hann hevur eisini viðlagt eina mynd av tveimum monnum, ið hann sigur vera ábyrgdarpersónar. Hesir eru Steffen Straede og Bengt Holst. Hesir báðir hava móttikið fleiri hundrað hóttanir seinasta døgnið, og serliga er tað Bengt Holst, stjórin í Zoo, ið hevur fingið nógvar persónligar hóttanir. Hann angrar tó ikki drápið, og sikrar heiminum at hetta verður gjørt aftur, tí tað er partur av røktini.
Paul Watson lovar, at hetta ikki skal verða gloymt. Hørðu orðini, Danmark fær frá Paul, síggja m.a. soleiðis út:
- Hvat eru hetta fyri fólk! Óttin í heiminum. Tað lægsta í mannaættini!
Hansara upplegg hevur tíverri fingið stóra undirtøku á sosiala miðlinum, har fleiri enn 5.000 fólk taka undir við honum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |