Avdúking: Brynjolfur spælir á Roskilde

Avdúking: Brynjolfur spælir á Roskilde
- Tað er surrealistiskt at hugsa um. Eg var fyrstu ferð á Roskilde, tá eg var 17 ár, og tað var fantastiska stórt. Tá hevði eg aldri nakrantíð kunnað ímyndað mær, at eg fór at spæla har sjálvur.
13.02.2014 - 11:00

Í samrøðu við Kringvarpið sigur Brynjolfur, at hetta er tað størsta á hansara yrkisleið higartil.

 

- Roskilde er nokk mest ein rokkfestivalur, og har er ikki nógvur elektróniskur tónleikur, so fyri meg er tað ein stór æra, at teir hava valt meg sum eitt av teimum mest spennandi donsku nøvnunum at spæla á festivalinum. Tað síggi eg sum eitt kempistórt herðaklapp.

 

Brynjolfur spælir á Apollo pallinum, sum hevur nøkur ár á baki, og har einans elektróniskur tónleikur verður framførdur. Hini nøvnini, sum í dag eisini vórðu avdúkað at spæla á Apollo, eru Kant (DK), Shadow Shadow (SE), S!VAS (DK), Slick Shootah (DK) og Snavs (DK).

 

Heimasíðan hjá Roskilde Festival hevur hvønn dag eitt stórt tal av vitjandi, og fyri Brynjolf hevur tað nógv at týða, at hansara navn nú stendur umboðað á síðuni.

 

- At mítt navn nú fer at standa á síðuni í nakrar mánaðir, tað haldi eg er ræðuliga gott promo, og tað er gott at hava á mínum CV, tí tað kann lata nógvar hurðar upp fyri meg.

 

Tilvildirnar sleppa ikki at ráða, tá talan er um Roskilde Festival, og tí fer Brynjolfur longu nú í gongd við at leggja konsertina til rættis, so hon verður púra klár á kvøldinum.

 

- Eg havi glett meg til hetta, síðan eg fekk tíðindini at vita í oktobur, og eg siti longu nú og royni at hugsa um, hvussu alt skalt vera.

 

Seinni í ár letur Brynjolfur úr hendi eina nýggja EP, og hann viðmerkir flennandi, at alt hetta árið bara tykist mala júst, sum tað skal. Og síðst, men ikki minst, spurdur um, hvat áhoyrararnir kunnu vænta til hansara konsert, svarar hann einkult:

 

- Tit kunnu vænta eitt helvitis ball.

 

Vitja Soundcloud síðuna hjá Brynjolfi her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.