Rolling Stones spæla á Roskilde

Umvegis Americanbluesscene.com
Rolling Stones spæla á Roskilde
Roskilde Festivalurin hevur í morgun kunngjørt ársins absolutta høvuðsnavn - legendurnar: Rolling Stones.
24.03.2014 - 11:45

Í morgun kunngjørdi Roskilde Festivalurin á facebook høvuðsnavnið á festivalinum í summar. Tað er einki minni enn legendurnar úr Rolling Stones. Leysatíðindi hava gingið runt í nakrar vikur nú, har fleiri keldur vildu vera við, at "steinarnir" fóru at verða avdúkaðir í nærmastu framtíð - og so var.

 

Men hvørjir eru Rolling Stones? Ert tú ungur, hevur tú kanska ikki lurtað so nógv eftir teimum, men tað hava tíni foreldur óivað! Ein og hvør hevur tó hoyrt hitt sum "(I Can't Get No) Satisfaction", "Paint it Black" og "Gimme Shelter". Fá mugu tey vera, ið ikki hava borið eygað við klassiska logoið hjá teimum - reyða tungan.

 

Teir eru úr Englandi og byrjaðu teirra yrkisleið í 1962. Saman við the Beatles og the Who vóru teir "tað mann lurtaði eftir". Tað hevur altíð verið eitt ávíst stríð millum Beatles-fjepparar og Stones-fjepparar, og vit tosa 50 ár aftur í tíðina.

 

Munurin millum hesar bólkarnar var, at Beatles appaleraði meiri til popp-genruna, og Rolling Stones var ein rockbólkur. Um mann skal gera tað heilt svart og hvítt, so var 60'ara ungdómurin annaðhvørt Stones-viðhaldsfólk ella Beatles-viðhaldsfólk. Beatles hava nokk sett størri fótaspor í tónleikasøguni, men tað ger ikki steinarnar minni legendariskar - og nú koma teir til Danmarkar!

 

Teir eru allir umleið 70 ára gamlir, men rocka og renna enn runt sum um teir vóru 20, nærmast. Hvør veit, hvussu leingi teir verða á tónleikapallinum afturat? Teir kunnu ikki blíva við í allar ævir, teir eru allir gamlir menn nú. Hesin túrurin hjá teimum eitur 14 ON FIRE, og er hetta teirra fyrsti túrur í Evropa í 7 ár.

 

Fyri einari viku síðan kom fram, at konan hjá forsangaranum, Mick Jagger, hevði tikið lívið av sær. Jagger varð sjálvsagt knústur yvir hendingina, og 7 konsertir vórðu avlýstar orsakað av hesum.

 

Rolling Stones fara á pall 3. juli á Orange Scene sjálvsagt.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.