Ummæli: Vistfrøðiligar pylsur og vemmilig ves á Roskilde Festival

Ummæli: Vistfrøðiligar pylsur og vemmilig ves á Roskilde Festival
Vesini eru vemmilig, pylsurnar eru vistfrøðiligar og larmurin er nakað fyri seg
06.07.2017 - 11:50

Roskilde Festival er ein ovurstór organisma, bygd upp av sjálvbodnum fólkum, sum arbeiða ógvuliga hart fyri at fáa festivalin upp at koyra, og tá tú keypir eina billett til festivalin, sigur tú ja til at vera ein partur av hesari organismuni og tí fylgja fortreytunum, sum hoyra har til. 

 

Vemmiligastu vesini í heiminum

Festivalurin er ein “non-profit” organisation, og tí er tað eisini ringt at siga nakað ringt um festivalin. Sjálvandi eru har ring ting, men hvat annað kann mann vænta av einum festivali? Hesa kensluna fært tú av at vera á Roskilde, har er nógv at grenja um (serliga, um tú býrt beint við piss-hegnið, sum eg gjørdi). Men um vit bara skulu vera heilt erlig, so eru vesi-viðurskiftini virkuliga tey vemmiligastu, ið eg nakrantíð havi upplivað. Tú skalt vænta lort allastaðni, bæði á vesinum, gólvinum og næstan á vegginum eisini. Ikki spyr meg, hví fólk ikki klára at raka rætt, men tað gera tey altso slett ikki.

 

“Den økologiske pølsemand”

Maturin er heilt upp yvir skíggini góður, í mun til matin, ið er at fáa á festivalum í Føroyum. Tú sært ongan standa og selja vanligar ólekkrar pylsur nakrastaðni. Tann einasti pylsuvognurin, eg sá, alla vikuna, var hesin:

 

 

Hóast næstan allur maturin er vistfrøðiligur og nakað sunnari enn “festival-matur” annars er, er tað ikki serliga dýrt. Tú kanst bæði finna ordiliga dýran mat og ordiliga bíligan mat á festivalinum, tað er upp til ein sjálvan. Hetta haldi eg gott nokk, at føroysku festivalarnir kundu lært nakað av. Tað er ikki neyðugt, at bíligur matur eisini skal vera skræpa. Tað er eisini lætt at vera vegetar á festivalinum, av tí at tað er krav at hava okkurt vegetariskt á matskránni allastaðni, har matur verður seldur. Eg eri sjálv vegetar, og tað var eingin trupulleiki yvirhøvur, eg kundi keypa mær okkurt at eta, har sum øll hini fingu sær at eta.

 

Tær nýtist ikki at tjalda, har larmurin er

Har sum vit búðu, spældu tveir hátalarar við ordiliga strævnum tónleiki allatíð. Tað var eitt sindur ringt at venja seg við, men eftir tað, var tað eingin trupulleiki. Sjálvt hendan trupulleikan hevur festivalurin eina loysn uppá: tú kanst bara fara at tjalda har, sum eingin larmur er! Roskilde Festival er deildur upp soleiðis, at har eru ymisk tjaldingarøkir, sum t.d har, sum tað er friðarligt og ruddiligt. So um tú vilt sleppa undan at drekka teg so skít, at tú bara sovnar, hóast tað larmar uttanfyri, so kanst tú tjalda har!

 

“Regn, regn og meira fokking regn”

Áðrenn vit fóru á Roskilde, fingu vit at vita, at tað fór at regna illa alla vikuna. Soleiðis var tað ikki, tað regnaði í ein dag. Men runan, sum kom av hesum regninum, var restina av festivalinum. Nøkur fóru heim av hesum, men flest øll vórðu verandi. Tað sá út, sum at festivalurin hevði gjørt seg kláran til, at tað fór at regna, hóast gummistivlarnir vóru útseldir nakað skjótt. Vaktirnir koyrdu træspønir í rununa, soleiðis at tað var lættari at ganga.

 

Far, far, far!

Tá alt kemur til alt, so um tú ivast í, um tú skalt fara á Roskilde næsta ár, so far! Roskilde Festival eitt sera gjøgnumhugsað konsept. Har er næstan einki at fara eftir, tí tað kennist sum tey brúka virkuliga nógva tíð uppá at lúka krøvini hjá so nógvum ymiskum festival-gestum.

 

Eg vil av hesum geva Roskilde Festival 5 út av 6 R’um, bara tí at vesini eru so ólekkur.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.