Fjeppara-Panelið: 26. umfar

Fjeppara-Panelið: 26. umfar
Aftaná dystir hava verið í vikuskiftinum í Premier League, eru fjeppararnir hjá Röddini klárir við sínum viðmerkingum til sítt lið.
13.02.2014 - 12:15

Hóast vit ikki hava fingið viðmerking frá øllum fjepparunum, eru hesir hóast alt klárir, nú eftir Premier League dystir vóru í gjár og fyrradagin.

 

 

Arsenal - Manchester United: 0-0

Tóri Rasmussen, Manchester United:

 

Javnleikur ímóti nummar 2, tá man liggur nummar 7, burdi verið eitt gott úrslit. Men tá man er United, má man royna at fáa meir burturúr. Hinvegin, sum støðan er, og sum dysturin leið, kunnu vit bara vera nøgd við eina stigið. Arsenal hevði bóltin næstan allan dystin uttan at skapa nakað serligt; De Gea hevði stýr á tí, sum kom. Verjan hjá United stóð væl, og tað hava vit kanska Arsenal fyri at takka, tí teirra spælistílur passar væl til Vidic og Ferdinand, sum duga væl at placera seg, og teir sleppa undan at renna kapp. Hetta er heilt sikkurt nakað, sum vit kunnu byggja víðari á! Hóast teir ikki høvdu bóltin nógv, burdu United skorað í hinari síðuni, tí teir høvdu teir farligaru møguleikarnar. Kreditt til Szczęsny fyri at bjarga Arsenal eina stigið!

 

 

Newcastle - Tottenham: 0-4

John Jacobsen, Tottenham:

 

Det er så vigtigt! Deiligt at fáa ein sannførandi sigur í dag. Hóast tað ikki koyrir so gott hjá Newcastle, so hava teir eitt gott lið og eru altíð torførir at spæla móti, og eg haldi, at vit vístu teimum, hvar skápið skal standa. Adebayor aftur á plettinum í dag eisini, so tað blívur ikki nógv betri.

 

 

Hans Petur Brekkstein, Newcastle:

 

Ikki tað at Tottenham upp á nakran hátt er eitt lætt lið at vinna á, men eg var sannførdur um, at Newcastle fór at vinna handan dystin hóast ringu gongdina í seinastuni. Men tað gongur ikki altíð, sum prestur prædikar, og vit tapa 4-0(!). Nú eru Newcastle komnir í eina krisu; tapt tríggjar dystir á rað í kappinguni og tapt fimm á heimavølli á rað, hetta er fyrstu ferð síðan 1977, at hetta hendir. Um Newcastle ikki skal liggja í ongamannalandi í PL talvuni, er umráðandi at okkurt hendir skjótt, her muga aðrir bollar í suppuna.

 

 

Fulham - Liverpool: 2-3

Trygvi Absalonsen, Liverpool:

 

- Ein sera søtur sigur. Captain Fantastic tryggur sum altíð! Við hjálp frá Man Utd eru bert 4 stig upp til 1. plássið. Takk Man Utd. YNWA!!!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.