Röddin inntekur Suðuroynna!

Umvegis Politiken.dk
Röddin inntekur Suðuroynna!
Í vikuskiftinum kemur Röddin til Suðuroy. Vit fara bæði at gera útvarp, greinar og taka myndir av náttarlívinum í Suðuroy!
24.02.2014 - 19:00

Hey allir suðringar! Til frama fyri tykkum, koma vit úr Röddini/Reiðrinum til Suðuroyar í vikuskiftinum. Suðuroyggin hevur tíverri ikki fingið nóg nógv uppmerksemi frá Röddini enn, men tað fara vit at gera nakað við nú!

 

Vit fara at práta við nakrar ungar suðringar m.a. um, hvussu tað er at vera ungur í Suðuroy. Her verður serligur dentur lagdur á býarlívið, har vit leygardagin fara til Sumbiar at kekka stóra árliga tunnusláttin út. Síðani fara vit víðari í býin, har vit gjarna vilja práta við so nógv tykkara sum gjørligt.

 

Tað verður í høvuðsheitum gjørt útvarp til Reiðrið, sum er sendingin hjá okkum. Men vit koma eisini at gera greinar við voxpops og taka myndir av náttarlívinum, oynni og umhvørvinum sum heild.

 

Vit gleða okkum, og vónandi fara nógv tykkara í býin, so tit kunnu vísa, hvussu ektaðir suðringar ballast á besta suðringahátt!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.