Ynskir tú javnstøðu?

Ynskir tú javnstøðu?
Flestum kunnugt, bíður vikuskiftið uppá altjóða kvinnudag. Kring allan heimin fara kvinnur at minnast dagin, og fleiri tiltøk eru sett í verk tann 8.mars.
05.03.2014 - 10:00

Eisini Unga Tjóðveldið hevur skipað fyri javnstøðutiltaki á hesum degi við tiltakinum “Ynskir tú javnstøðu?”

 

- Vit skipa fyri tiltakinum fyri at varpa ljós á kvinnurørsluna og vísa á, at vit enn ikki eru rokkin á evsta mál. Vit vilja vísa á kynsbýti í fólkatalinum, og avleiðingar av minkandi ættarliðum av kvinnum í burðarførum aldri.

Hetta siga Elsa Berg og Kristina Clementsen, sum skipa fyri tiltakinum.

- Í Føroyum er tað ikkki eins vanligt, at tað eru kvinnuligir leiðarar, og tí hava vit eisini fingið eina kvinnu at greiða frá, hvussu tað kennist at stilla upp til val og ábyrgdarfullar sessir.

 

Tiltakið er ein partur av óformella kvinnubólkinum, ið kvinnur í Unga Tjóðveldinum hava skipað fyri.

 

Tiltakið, sum byrjar kl 15, verður í Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu 10.


Les meira um tiltakið og sí skránna HER.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.