Hússj: Hevði hann neyðtikið meg, var eingin ivi

Hússj: Hevði hann neyðtikið meg, var eingin ivi
Hjartað bankar so skjótt, at eg hoyri tað buldra. Tað doyvir røddina innan í mær, sum sigur, at alt er í lagi. Buldrið sigur nei. Men allur kroppurin er stívur. Hjartað buldrar, skrálar nei, nei, nei. Men inni í kamarinum er eins kvirt og úti í summarnáttini, sum vøkur sníkir seg fram við vindeyganum.
07.03.2014 - 10:30

Eg veit ikki hvussu tunglyndi kennist fyri onnur, men fyri meg kendist tað sum ein risastórur klettur, sum fylti alt kamarið og kroysti meg upp í eitt horn, har eg sat kropin uppi í songini við hesum risastóra steininum, sum fylti alt, blokeraði hurðina og køvdi alla luftina í rúminum, so eg ikki fekk andað.

 

Tað var eina viku eftir, at skúlin var liðugur. Eg skuldi hjálpa til at mála eini hús í einari bygd í Føroyum. Eg skuldi eisini sova har. Sólin var bakandi heit tann dagin, og eg gekk úti í shorts og toppi og hjálpti til at mála. Eg var ikki nóg varin við sólkremi, og eg brendi meg illa um herðarnar. Um náttina fekk eg ikki sovið, tí húðin brendi so illa.

 

Eg vaknaði tí mitt um náttina og fekk ikki sovnað aftur. Hóast tað var mitt um náttina, var ljóst úti. Vit vóru jú síðst í juni. Eg fór upp og á ves, har var einki løgið við tí. Eg hevði ongar kontaktlinsur í, so eg sá ikki so væl, men eg visti í forvegin, hvar vesið var. Mann noyðist ikki brillur fyri at pissa. Men hóast tað var mitt um náttina, so var onkur annar vakin. Eg var ikki við fult vit, so eg hugsaði ikki meira um tað, at hann stóð í kamarshurðini hjá sær, tá eg kom út frá vesinum.

 

Mítt hjarta er byrjað at banka skjótari, nú eg skrivi hetta, hóast hetta longu eru mong ár síðan.

 

Eg segði hey og fór inn aftur í kamarið og legði meg at lesa ‘Under en strålende sol’ eftir Khaled Hosseini, sum eg var í ferð við. Eg var, so løgið sum tað nú einaferð ljóðar, komin júst til tað brotið, tá hon verður gift einum gomlu manni ímóti sínum vilja, tá hann lat kamarshurðina hjá mær upp. ‘Hey,’ segði hann varisliga. ‘Fært tú heldur ikki sovið?’ Nei, eg hevði brent meg so illa, at húðin sveið, og eg fekk ikki sovnað.

 

Skuldi hann fara eftir einum handklæði at leggja á? Jú, tað ljóðaði sum eitt gott hugskot. Hann fór út og kom inn aftur við einum turrum handklæði. Eg segði, at tað riggaði betur, um hann gjørdi tað vátt við køldum vatni. Ája, sjálvandi. Hann fór út og kom inn aftur við einum vátum handklæði.

 

Eg lá á búkinum á songini, hann sat við síðuna av. Eg helt hann vera sera umhugsnan og pápa-sligan, at hann vildi hjálpa mær soleiðis. Hann merkti við hondini á herðarnar á mær. ‘Húðin er enn brennandi heit’. Merkti oyrað. ‘Eisini her’.

 

Síðan legði hann varrarnar móti húðini. Eg royndi at sannføra meg sjálva um, at hetta var hansari máti at vísa umsorgan. Mamma leggur eisini varrarnar á mína pannu fyri at merkja, um eg eri heit, so tað er alt í lagi.

 

Hann legði varrarnar á oyrað. ‘Tað er alt í lagi,’ remsi eg upp innan í høvdinum á mær. ‘Hetta er umsorgan.’

 

Hann legði hondina inn um toppin. ‘Tað er alt í lagi,’ endurtaki eg innan í høvdinum á mær. ‘Hetta er umsorgan.’

 

Hann lyftir toppin upp á akslarnar, so ryggurin gerst berur og byrjar at kyssa ryggin. ‘Tað er alt í lagi,’ grætur røddin innan í høvdinum á mær. ‘Hetta er… hetta er… hetta…’

 

Hjartað bankar so skjótt, at eg hoyri tað buldra. Tað doyvir røddina innan í mær, sum sigur, at alt er í lagi. Buldrið sigur nei. Men allur kroppurin er stívur. Eg fái ikki flutt ein tann einasta lim í kroppinum, ikki eingang munnin. Hjartað buldrar, skrálar nei, nei, nei. Men inni í kamarinum er eins kvirt og úti í summarnáttini, sum vøkur sníkir seg fram við vindeyganum.

 

Kyssini fara niður eftir rygginum, og hondin ferðast upp og niður. Tá hon er beint vinstrumegin bróstini, ið liggja kleimd niður móti songini, er mítt einasta ynski, at hann ikki koyrir hondina longur niður. ‘Eg yvirdrívi, eg yvirdrívi, hann ætlar sær einki,’ teskar røddin innan í mær, men muðurin er læstur. Hondin fer ikki niður til bróstið, men fer niður aftur. ‘Hygg, hann ætlar sær einki’ grætur røddin innan í mær.

 

‘Steðga, steðga.’ Ikki eitt ljóð. Ikki eitt ljóð ferðast gjøgnum luftina, men spakuliga fer hondin kelandi oman eftir rygginum og niður í trussurnar, so hondin hvílir fáar sentimetrar frá tí, hann nokk allarhelst vil hava. Varrarnar kyssa enn varisliga ryggin á mær, og onkursvegna veit eg nú, at nú er nóg mikið. Hví ikki áðrenn og hví ikki aftaná veit eg ikki, men transan endar. ‘Steðga.’ Hann steðgar. Eg hevði akkurát teskað eini boð. ‘Steðga,’ fái eg meg sjálva at siga aftur, hesa ferð harðari. Hann hyggur ovfarin eftir mær, sum hevði hetta verið eitt spæl, ið eg vildi frá byrjan.

 

Hann hyggur bilsin upp á meg og fatar brádliga, hvat hann ger, men hann verður sitandi. Flytur seg ikki frá mínari lið, og eg liggi enn við búkinum niður móti songini, berari, enn eg nakrantíð havi følt meg, hóast eg sum so var íklødd. Hann setir seg at tosa. Práta. PRÁTA? Hvat helviti hugsar hann fyri sær, eg vil hava hann út og tað beint nú.

 

‘Er tað ikki í lagi?,’ spyr hann og hyggur at mær við syrgnum eygum. Eg stari gapandi eftir honum. ‘Í lagi? Hvat? Ha? Hva…?’. Kanska gongur tað upp fyri honum, hvat er hent, tí hann spyr so: ‘hvat kann eg gera, hvat… Hvat kann eg gera fyri at gera tað gott aftur?’. Enn tann dag í dag eri eg ovfarin av mínum svari: ‘far út.’

 

Hann spyr meg aftur: ‘also var tað ikki í lagi?’. Eg svari aftur: ‘far út!’. Síðan komu orðini, sum enn tann dag í dag spøkja aftur hjá mær. Tá eg hyggi í speglið, tá onkur rósar mær, tá eg gjarna vil lata meg pent í og útstrála gleði. Tá koma orð hansara aftur fram fyri mær: ‘men tú ert vaksin. Og øgiliga flott’.

 

Eg var 17 ár, og hendingin hendi beint eftir, at vit høvdu fingið summarfrí frá fyrsta ári á miðnámsskúla. Eg hevði sjeik, tað gekk væl í skúlanum, og eg helt, at alt var herligt. Men eg var vaksin og øgiliga flott, og tí høvdu onnur eftir øllum at døma rætt til at nýta meg, sum teimum lysti. Onnur, sum eg hevði havt álit á síðan á barnaárum.

 

Klokkan var fýra hendan vakra summarmorgunin, tá eg tók mína tungu ferðatasku og rann. Eg rann eftir bygdavegnum, har eg hevði biddað mín táverandi sjeik at koma eftir mær. Tað var ein av hesum morgnunum, tá kvirran køvir alt, sum livir á hesum landi, og pollamjørkin lá um fjøllini. Sólin var longu komin undan, hon skein á fjørðin, og eg rann og eg rann við míni tungu tasku á herðunum. Eg rann, til eg var komin til næstu bygdina, og har goymdi eg meg á einum víkiplássi við landsvegin, til eg bleiv bjargað. Tá sakk eg. Og røddin, ið hevði buldrað innan í mær, meðan eg lá á songini, brast út. Í tøgnini hoyrdi eg ekkóið av mínum gráti, ið kom aftur frá fjørðinum. Sjálvt mjørkin græt við mær.

 

Eg var ikki barn longur, eg var ikki ósek longur. Eg var vaksin, og eg kendi meg rivna í pettir, og náttúran græt aftur, har eg sat á víkiplássinum og bíðaði.

 

Brádliga sá eg ein svartan bil nærkast. Hann kom úr bygdini, har eg hevði verið. Fyri fyrstu ferð í lívinum kendi eg veruliga ræðslu. Ein lemjandi kensla, ið fekk hvønn vødda í kroppinum at kreppa seg, og tárini runnu úr eygunum, meðan eg stird sá bilin nærkast, nærkast, nærkast, nærkast… Og koyra framvið. Vøddarnir sukku niður, og kenslurnar doyvdust. Tokan legði seg yvir meg, og alt kámaði. Tvey ár gingu, til eg slapp burtur haðani.

 

Tað var vakrasta summarnátt, eg nakrantíð havi sæð, men ikki fyrr enn nú, fleiri ár seinni, gleðist eg aftur um summarið.

 

Eg havi ongantíð meldað tilburðin, tí tað fer altíð at verða mítt orð móti hansara. Hevði hann neyðtikið meg, var eingin ivi, og eg kundi prógvað tað. Eg visti ikki eingang, hví eg var so kedd um hendingina, tí hann hevði ikki neyðtikið meg. Helt eg. Hetta var ikki sum allar aðrar søgur, mann hoyrdi um, har gentan bleiv misnýtt í fleiri ár frá barnsbeini av ella bukað og hildin niðri mitt um náttina. Men eyguni slóknaðu, og smílið vendi niðureftir, og óansæð hvussu illa eg ynskti tað, orkaði eg ikki at flenna.

 

Ivin, pínan, sorgin. Alt kemur og fer. Men álitsbrotið, tað var tað ringasta. At óttast menniskju, at óttast tey einastu, sum kundu hjálpa mær. Einsemið hinumegin klettin, ið fylti alt kamarið, har eg helt til. Tíbetur havi eg høgt av klettinum. Fyrst so mikið, at eg fekk smoygt meg rundan um hann og farið út. Men hann var har, og tað var ein bardagi at sleppa bæði út og inn. Ein bardagi, ið eg ofta ikki orkaði at fara í holt við. Men so hvørt, sum eg smeyg mær framvið klettinum, høgdu mínar rørslur av honum.

 

Hann er enn til. Men í dag er hann eitt lítið pynt á míni hill saman við øllum hinum minnunum, eg havi frá lívinum. Og onkuntíð, um ikki altíð, kann eg hyggja at míni spegilsmynd og smílast og kenna, at smílið veruliga er satt.

 

Søgan er send inn til Röddina, og sendarin er dulnevnd. Röddin kennir samleikan hjá viðkomandi.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.