- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neyðtøkulógin skal dagførast
Amnesty International er altjóða felagsskapur, sum arbeiðir út frá Kvinnurættindasáttmálanum hjá ST. Amnesty arbeiðir við altjóða átakinum, My body my rights, sum hevur til endamáls at upplýsa gentur og kvinnur um rættin til lív uttan neyðtøku og kynsligan harðskap.
Amnesty International Føroya Deild arbeiðir við sama átaki, Mín kroppur míni rættindi, har tey seta fokus á neyðtøku og lógina um neyðtøku. Veikleikar eru við føroysku revsilógini í mun til neyðtøku. Tí ynskir Amnesty í Føroyum at varpa ljós á júst hetta.
- Ein dómur fyri neyðtøku kann vera upp í átta ára fongsulsrevsing. Er talan um neyðtøku innan parlag, av kenningi ella verjuleysum t.d. av rúsevni, so gevur neyðtøkan bara hálva revsing t.v.s. fýra ár, sigur Turið Maria Jóhansdóttir, ið starvast fyri Amnesty.
Amnesty ynskir at fáa lóggávuna broytta, so at revsingin fyri neyðtøku verður tann sama, óansæð hvørjari støðu offrið er í.
- Vit ynskja, at tá neyðtøka fer fram innan parlag, av einum verjuleysum ella kenningi, so skal sami dómur vera galdandi sum undir øðrum umstøðum.
Í Danmark hevði danska deildin hjá Amnesty ein stóran leiklut í at fáa lógina broytta. Amnesty í Føroyum roynir eisini at gera sítt til fyri at broytta føroyska revsilógina viðvíkjandi neyðtøku.
Fáar neyðtøkur verða meldaðar – enn færri fáa dóm
Sambært donskum hagtølum verður bert tjúgunda hvør neyðtøka meldað, og bert helmingurin endar við dómi. Í Føroyum eru so fá hagtøl, tí politiið flokkar ikki altíð neyðtøkur undir "neyðtøkur," men ístaðin undir "sædelighedsforbrydelse".
- Neyðtøka verður í fyrstu atløgu meldað sum "sædelighedsforbrydelse," also kynsligur ágangur. Fer politiið inn í sakina og metir hetta vera neyðtøku, so verður tað umregistrerað til neyðtøkusak. Tískil sær mann ikki, hvussu nógvar neyðtøkur verða meldaðar, og hvussu nógvum mann fer víðari við.
- Hevði politiið meldað neyðtøkurnar sum neyðtøkumál, so høvdu vit bæði sæð, hvussu nógvar neyðtøkur vóru meldaðar, og hvussu nógvum politiið arbeiðir víðari við.
Meira upplýsing
- Kanningar vísa, at tað er stórur trupulleiki, at so fá melda neyðtøkur. Fyri tað næsta verða nógvar henlagdar t.v.s. at politiið velur ikki at gera meira við tað.
Amnesty arbeiðir nógv við at varpa ljós á trupulleikan at so fáar neyðtøkur verða meldaðar.
- Tað er trupult fyri ein at melda eina neyðtøku, men vit gera nógv research-arbeiði, har vit m.a. spyrja, hvussu tað er at melda, og hvussu nógv melda. Vit arbeiða eisini nógv við at upplýsa um neyðtøku, og tí gera vit eitt alment tiltak um neyðtøku og revsilógina í kvøld.
Tiltakið um neyðtøku og revsilógina verður í kvøld í Reinsarínum kl. 20.00. Ein løgfrøðingur kemur at greiða frá føroyska revsirættarliga siðarvinum og ásetingunum um sokallaðar "hálvar neyðtøkur". Umboð frá donsku deildini í Danmark fer at greiða frá, hvussu danska lóggávan er dagførd orsakað av trýsti frá Amnesty. Innsløg við persónligum søgum, umframt kjak og upplýsing er eisini á skránni.
Tú kanst lesa meira um tiltakið á heimasíðuni hjá Amnesty International Føroya Deild.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |