- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Tað er umráðandi at fylgja við í viðkomandi tingmálum
Málið snýr seg um eitt uppskot, ið andstøðan hevur lagt fram. Uppskotið vil, at hjúnarbandslógin verður broytt, soleiðis at samkynd sleppa at giftast borgarligt.
Flestu áhoyrarar eru ung, og ein teirra er 18 ára gamla Anja Magnussen úr Sørvági. Hon var eisini til 1. viðgerð av málinum og ætlar sær at møta upp aftur, um málið fer til 3. viðgerð.
Sjálv heldur hon, at tað er umráðandi at fylgja við í slíkum málum, og hennara orsøk at vísa stuðul júst í dag er, at hon metir hetta málið vera meira áhugavert enn onnur.
Meira umráðandi enn tími á skúlabonki
Anja gongur í student, og hon valdi at skulka frá tímanum í dag, tí tað hevur stóran týdning fyri at hana at vísa stuðul í einum máli sum hesum.
- Tað er umráðandi, at øll menniskju í landinum fáa somu rættindi. Kynslig sannføring skal ikki verða ein forðing fyri, at tú skalt verða viðfarin sum øll onnur menniskju í samfelagnum. Talan er snøgt sagt um mannarættindi.
Spurd um, hvussu hon hevur upplivað kjakið í tingsalinum í dag, er svarið einfalt, at har als ikki hevur verið nóg nógv kjak. Ov fáir tinglimir hava tikið orðið, og hon saknar, at fleiri tinglimir lýsa síni sjónarmið í hesum kjakinum.
Tað eru tey somu, sum tosa til hvørja viðgerð, og hon heldur tað ikki vera gagnligt fyri kjakið. Serliga, tá hugsað verður um, at hon verður veljari til næsta løgtingsval.
- Eg havi ikki ein ávísan flokk, sum eg longu ætli velja til næsta val, tí eg ætli mær at atkvøða fyri einum, sum dugir væl at argumentera og hevur ein góðan hugburð og atburð. Tí skuldu fleiri sagt okkurt, so vit kunnu hoyra teirra meiningar. Eg vil jú helst velja tann, sum eg eri mest samd í.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |