- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur tú eitt tiltak?
Vit fara at seta upp ein kalendara við komandi tiltøkum, sum verður fastlagdur á forsíðuna. Soleiðis kanst tú altíð vitja Röddina, um tú ivast, nær okkurt tiltak er, ella um tú bara vilt vita, hvat sker.
Tað kann vera alt frá einum fyrilestri til ein gongutúr upp á slættaratind. Hetta er fyri at gera tað lættari hjá tær at finna út av, hvat mann kann taka sær til. Og kanska avkrefta mýtuna um, at "her er einki at gera í Føroyum!"
Tí vilja vit heita tykkum á, at boða okkum frá, um tit hava okkurt tiltak í framtíðini. Einki roks - bara navn og dato, og kanska eina lítla frágreiðing um tiltakið!
Vit eru at finna á facebook, har tit kunnu leggja okkum eini boð, ella ber eisini til at senda ein t-post á roddin@kvf.fo.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |