- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey ungu í Føroyum taka mest sól
Kanningin vísur, at hóast talið á teimum, sum taka regluliga sól er minkandi, so eru tað enn tey ungu, sum taka mest sól.
Hetta er ein trupulleiki, tí sambært altjóða heimsheilsustovninum WHO, eru tað júst tey ungu, sum eru í serliga stórum vanda, tá tey taka sól.
Tá mann er barn og ungur, stendur kroppurin í vøkstri, og tá eru kyknurnar í kroppinum serliga viðkvæmar fyri solariumsól, sigur Jansy Gaardlykke, sum er dagligur leiðari í krabbameinsfelagnum.
Hagtøl, sum IARC hevur kunngjørt, vísa at hjá teimum, sum byrja at taka sól, tá tey eru yngri enn 30 ár, økist vandin fyri at fáa móðurmerkjakrabba við 75%.
Bæði WHO og altjóða granskingardepilin fyri krabbamein, IARC, mæla til, at mann heldur seg heilt burturi frá solariumsól. Kanning vísir, at solariumsól kann elva til krabbamein, og tí er tað bólkað sum serliga vandamikið saman við asbesti, arsenikki og tubbaki.
Í føroyum er talið á teimum, sum siga seg taka sól eina ferð um mánaðin hækkað úr 35% til 59%.
Móðurmerkjakrabbi
Tað eru tvey sløg av húðkrabba, móðurmerkjakrabbi og vanligur húðkrabbi. Bæði náttúrlig sól og solarium eru vanligastu orsøkirnar til hesar húðsjúkurnar.
Móðurmerkjakrabbi kann vera vandamikil, serliga um sjúkan hevur spreitt seg. Tá er sjúkan verri at basa, sigur Jensy Gardlykke.
Frá 1995 til 2012 er talið á tilburðum av húðkrabbameini hækkað úr 15% til 42%.
Norðurlendski bólkurin, NCU, sum føroyska krabbameinsfelagið er partur av, arbeiðir við at fáa ferðafeløg til at upplýsa kundarnar hjá sær um sólfyribyrging, tá tey fara suðureftir at ferðast.
Afturtikið uppskot
Seinastu árini hava fleiri lond sett 18 ára aldursmark fyri at taka sól, men so er enn ikki í Føroyum.
Í septembur 2013 gjørdi heilsumálaráðið eitt lógaruppskot um at áseta lógarkrav um, at mann skal vera 18 ár fyri at taka sól. Samstundis mæltu tey til, at sólstøðirnar skulu vera mannaðar við einum starvsfólki yvir 18 ár.
Hetta lógarupskotið skuldi leggjast fram fyri ting í síðstu viku, men varð tikið aftur vegna ósemjur í samgonguni.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |