Margit Arnadóttir Nielsen: Eg orkaði ikki at liva

Margit Arnadóttir Nielsen: Eg orkaði ikki at liva
Margit Arnadóttir Nielsen er 18 ára gomul og býr í Danmark. Í 2007 misti hon 6 ára gamla lítlabeiggjan í druknivanlukku við Ósan í Trongisvági. Hetta var byrjanin til ein kenslubornan aldudal, har gerandisdagur hennara var merktur av tunglyndi og sjálvmorðstankum. Í dag hevur Margit tó funnið fótfestið aftur og livir eitt gott lív í Danmark.
06.05.2014 - 16:45

Árið er 2007, og Margit er júst komin heim úr skúla. Hon er einsamøll heima. Telefonin ringir. Tað er fastir Margit, sum arbeiðir á Suðuroyarsjúkrahúsi. Hon er púra ræðslusligin og spyr um foreldur hennara eru heima. Fasturin er skjót at smekka hornið á, tá Margit sigur, at hon er einsamøll heima. Margit minnist, hvussu løgið, hon helt hetta vera.

 

Brádliga kemur mamma vinkonu hennara, Jastrid, inn í kamarið. Hon spyr, um hon ikki hevur hug at koma og vitja tey eina løtu. Tað hevur Margit einki ímóti og fer við henni. Margit helt, at Jastrid var so óvanliga blíð móvegis henni og vinkonuni, hon bjóðaði bæði vafflur og setti film frá til tær.

 

Løtu seinni sigur hon, at tey eru noydd til at fara á sjúkrahúsið, tí beiggi Margit og ein onnur genta høvdu sligið seg í í útibarnagarðinum. ”Ja, onkur segði, at tey vóru deyð”, letur úr vinkonuni. Tá hvakk Margit við og leyp frá stólinum av berari ræðslu. Men Jastrid var skjót at siga, at tað passaði ikki, men hóast tað, var Margit enn ørkymlað um, hvat tað var sum gekk fyri seg, og hví øll bóru seg so løgið at. 

 

Tey komu inn í sjúkrahúsið. Margit gekk aftast, av tí at hon kendi á sær, at hon fekk nógv eygu til sín. Hon kendi á sær, at øll hugdu eftir henni, og tískil kundi hon so sjálv staðfesta, at her var okkurt álvarsamt á vási. 

 

-Eg fór inn í eitt hvítt, lítið rúm, har foreldrini hjá mær stóðu upployst í gráti. ”Beiggi tín var túr við útibarnagarðinum, og hann datt í eina á....”, pápi andaði djúpt ”Hann er deyður”. Tað var eins og gekk alt svart fyri mær. Eg trúði teimum, men smíltist bara, og segði, at tað passaði ikki. Tey royndu í ein hálvan minuttt at fáa meg til at trúgva teimum, og síðani brast eg út úr at gráta.

 

Beiggi Margit lá inni í kamar nummar fýra. Har var myrkt og nøkur stearinljós vóru tendrað. Abbin stóð við seingjarkantin, meðan omman sat tætt hjá beiggjanum, har hon legði høvur á brósti hjá honum. Beggin hevði nógv blá merkir, og enn var sandur í hárinum. Margit minnist, hvussu ræðulig sjón, hetta var at síggja. Margit helt í hondini á beiggjanum í fleiri tímar. Royndi at verma hana, men tað hjálpti einki, og tað visti hon nokk eisini av innast inni. Tárini trillaðu niður, meðan tankarnar dukaðu og vóru totalt kaos. Hetta var so veruleikafjart, sum tað kundi vera, fortelur Margit.

 

Hevði ikki hug at liva

 

Eftir beiggin doyði, endaði Margit í einum sálarligum aldurdali. Gerandisdagurin var merktur av tunglyndi og sjálvmorðstankum. Tað kom eisini fyri, at Margit nakrar ferðir royndi at taka lívið av sær.

 

-Hvør einasti dagur var ein bardagi. Eg orkaði einki, og tískil fór eisini nógv av gerandisdegnum heima í songini. Eg hevði ikki hug at vera saman við fólki, og um eg so var, longdist eg bara heim aftur í mína tryggu song við afturlætnari hurð. Eg gjørdi ikki annað enn at gráta. Lívið tóktist so meiningsleyst og órættvíst, eftir beiggi fór. Stutt sagt var lívið í Føroyum ein marra.

 

Tá Margit hevði lokið 10. flokk, avgjørdi hon at fara út at arbeiða, soleiðis hon kundi savna sær pengar til at fara til Danmarkar í skúla. Margit arbeiddi hart í eitt ár og fekk tískil ráð at fara á ungdómsháskúla. Árið á ungdómsháskúlanum var eitt fantastiskt ár, sum hjálpti henni úr hennara sálarliga aldurdali.

 

Minnist ikki seinast, eg havi grátið

 

Eftir at Margit flutti niður, hevur hon fingið tað nógv betri, hon stríðiast als ikki longur við sjálvmorðstonkum. Hon er liðug at ganga á ungdómsháskúla, men trívdist so væl í Danmark, at hon gjørdi av, at ikki flyta heim aftur enn. Hon býr nú saman við sínum brasilienska sjeiki, sum verður danskur statsborgari næsta ár.

 

-Her er strævið viðhvørt. Tá tú bert studerar á eini ungdómsútbúgving. fært tú lægsta SU, sum er uppá 3745 krónur um mánaðin, men tíbetur eru vit tvey um at gjalda allar útreiðslurnar, so tað lættir nógv um. Tó spælir tað fíggjarliga ikki so stóran leiklutin hjá mær, tí einki kann vera betri enn, tá tú hevur fingið eitt so gott lív, sum eg havi í Danmark saman við tí, sum eg elski. Eg havi ment meg so ótrúliga nógv, og stríðist ikki longur við sjálvmorðstonkum. Tað er blivið so mikið gott, at eg rætt og slætt ikki klári at minnast, nær eg seinast havi grátið, sigur Margit.

 

Í løtuni gongur Margit á HF, har hon eftir summarfrítíðina ætlar sær at fara á HTX at lesa heilsuvísindi, sum ger, at hon fær størri møguleika at koma inná universitetið at lesa medisin. Margit ætlar sær so avgjørt at flyta aftur til Føroya, men tó vil hon kunna kalla seg fyri lækna, áðrenn hon kemur heim. Hon saknar nógv familjuna og føroysku náttúruna. Hóast tað liggur ein ræðulig fortíð í Føroyum, skal tað ikki forða henni fyri at flyta heim aftur, sigur Margit við einum smíli.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.