Listafólkið: Mariann Mikkjalsdóttir

Privat mynd
Listafólkið: Mariann Mikkjalsdóttir
Listafólkið hesa ferð er 24 ára gamla Mariann Mikkjalsdóttir úr Trongisvági.
15.05.2014 - 08:15

24 ára gamla trongisvágsgentan, Mariann Mikkjalsdóttir, hevur altíð dámað væl at verið kreativ. Hon hevur málað í trý ár, og eisini ger hon ymisk handaligt.  

 

- Um eg skal greiða frá míni list, so er hon sera fjølbroytt. Eg royni enn nógvar ymiskar málihættir og havi ikki ordiliga funnið akkurát mín stíl. Men eitt, sum ofta gongur aftur, eru sterkir litir. Mær dámar sera væl litir, og tað úttrykki eg gjøgnum mína list.

 

Hon gongur í løtuni á læraraskúlanum, har hon verður liðug sum lærari í summar. At arbeiða við børnum dámar henni væl, og hon hevur m.a. verið borðtennisvenjari.

 

- Eg úttrykki eisini følilsir gjøgnum listina, sum oftast gleði og kærleika. Men í einstøkum førum eisini sorg, men eg helli meira til glaðar málningar, sigur Mariann um sína list.

 

Myndir - rulla niður!

 

 

 

Mariann hevur bæði facebook-síðu og heimasíðu, har møguleiki er at fylgja við í hennara arbeiði.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.