Playlistin: Jón Larsen

Privat mynd
Playlistin: Jón Larsen
Hvørja viku finna vit ein at gera okkum ein feitan playlista við sínum yndistónleiki. Hesa ferð er tað Jón Larsen.
19.05.2014 - 16:15

Jón helt tað vera torført at skula velja tíggju sangir, tí hann hevði so nógvar at velja í millum, sum eisini áttu at sleppa í part. Men tað gekk so, og Jón hevur gjørt okkum ein playlista við nøkrum av yndisløgum hansara. 

 

- Eg elski sterkar røddir, og tí dámar mær sera væl soul og R&B tónleik. Mær dámar eisini væl gamlan rock- og fólkatónleik.

 

Nógv tíð fer við at lurta eftir tónleiki, og honum dámar næstan allan tónleik. Nýggjan sum gamlan. Á playlistanum finna vit legendunøvn sum Patti Smith og Simon & Garfunkel, men har eru eisini nýggjari nøvn sum m.a. Norah Jones og svenska duoin, First Aid Kit.

 

- Eitt tað besta, eg veit um, er bara at slappa av og lurta eftir góðum harmoniseraðum fólkatónleiki, m.a Everly Brothers og Simon and Garfunkel. Annars lurti eg sera nógv eftir punktónleiki. Patti Smith er eitt tað besta, eg veit, innanfyri punktónleik og innanfyri tónleiki sum heild, sigur Jón um energisku amerikonsku songkvinnuna.

 

Hoyrið sofistikeraða playlistan hjá Jón, og kanska hann kann lata teg inspirera. Næsta mánadag kemur enn ein lesari at deila sín tónleik við okkum.

 

Hevur tú hug til at deila tín tónleik, ert tú vælkomin til at leggja okkum eini boð!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.