Evropa á vali: Víðgongdu flokkarnir vunnu seg fram

Mynd frá Facebook síðuni hjá European Parliament
Evropa á vali: Víðgongdu flokkarnir vunnu seg fram
Í gjár var val til Evropaparlamentið. Yvir alt Evropa fingu víðgongdu flokkarnir framgongd, og fjórði hvør danski veljari valdi Dansk Folkeparti at umboða seg í ES.
26.05.2014 - 20:30

Orð: Bárður Hentze

 

ES og Evropaparlamentsvalið

Valið til evropeiska parlamentið er liðugt, og nú atkvøðurnar eru taldar upp, siga forsøgnirnar, at høgravendu flokkarnir, ið eru ímóti ES, hava fingið eitt sera gott val.

 

ES hevur 28 limalond, sum tilsamans hava uml. 500 milliónir íbúgvar. Av teimum skuldu uml. 400 milliónir evropear í gjár velja teir 751 limirnar, sum skulu sita í Evropaparlamentinum næstu fimm árini. Hetta ger ES valið til næststørsta demokratiska val í heiminum eftir valið í India.

 

ES lógir avgera eisini tín gerandisdag

Kanningar vísa, at ES lógir fevna um umleið 80% av lógunum í evropeisku limalondunum. Hesar kunnu fevna um alt frá rættinum at flyta seg frítt millum lond og hvussu stórar CO2 kvotur, londini hava. Also kunnu ES lógir avgera, hvussu leingi tín kaffimaskina sleppur at standa tendrað.

 

Víðgongdu flokkarnir vinna seg fram

Á valinum í 2009 fingu víðgongdu høgraflokkarnir um 50 sæti, men í ár fara teir at fáa um 140 sæti - also eru teir vorðnir tríggjar ferðir størri enn til síðsta val. Hesir eru flokkar sum Front National hjá fronsku Marie Le Pens og Frælsisflokkurin hjá hollendska Geert Wilders. Eisini hevur ein nýnasistur fingið eitt av sætunum hjá Týsklandi.

 

Í Danmark vísir hendan gongdin seg eisini, har Dansk Folkeparti við Morten Messerschmidt á odda vunnu umleið fjórðu hvørja atkvøðu og fingu fýra av teimum 13 sætunum hjá Danmark.

 

Teir vinstravendu ES skeptikararnir frá GUE/NGL fingu somu nøgd av atkvøðum sum seinasta val.

 

Næsti forsetin í ES kommisjónini

Øvut teimum víðgongdu flokkunum fáa miðflokkarnir eitt vánaligt úrslit. EPP, ALDE og Greens/EFA fara allir aftur, meðan framgongdin hjá S&D einans verður 0,2%. Tó verður ein av hesum miðflokkunum, EPP, óivað størsti flokkur í parlamentinum, og Jean-Claude Juncker verður tí væntandi ES forseti. Týski kanslarin Angela Merkel hevur longu sagt seg stuðla Juncker, meðan aðrir statsleiðarar enn drála við síni tilnevning.

 

Hetta kemst av ósemju í, hvør eigur leiklutin at velja valevnini til hægstu embætini í ES kommisjónini. Fleiri statsleiðarar halda tað vera sín leiklut at velja valevnini, meðan Evropaparlamentið sigur tað vera sína uppgávu.

 

Síggj, hvussu sætini verða býtt, á heimasíðuni hjá valinum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.