90ara elektroball og norskur indiepoppur á G!

90ara elektroball og norskur indiepoppur á G!
G! festivalurin leggur hesa vikuna síðstu nøvnini afturat skránni, og í dag kunngjørdi festivalurin donsku Mendoza og norska bólkin The Fjords.
03.07.2014 - 17:15

Við hendinga sólglottum er føroyska summarið komið, og hetta merkir, at festivalsesongin er byrjað. Hóast einans tvær vikur eru til G!, er endaliga skráin framvegis ikki almenn, og í dag kunngjørdi festivalurin tvey nýggj nøvn.

 

Hóast hon bert er 22 ár, hevur danska Mendoza vakt ans á fleiri frontum í kreativa umhvørvinum í Keypmannahavn seinastu árini m.a. sum myndakvinna, bloggari, stylist og partur av diskarahópinum SlumBlogMillonær. Í 2013 gav hon út sítt fyrsta staklag, Love druggie, og síðan tá hevur tað gingið við rúkandi ferð. Mendoza hevur hitað upp fyri m.a. Fallulah og Lucy Love og vitjaði eisini á Apollo-pallinum, tá ið Brynjolfur spældi á Roskilde festivalinum mánadagin. 

 

Hin bólkurin, ið G! festivalurin avdúkaði í dag, eru norsku The Fjords. Her er talan um vakran og atmosferiskan indiepopp úr Norðurnoregi. Bólkur gav fyrr í ár út fyrstu EP sína, og bæði NRK og Gaffa lótu væl at útgávukonsertunum. Ein av teimum fýra limunum í bólkinum er føroyski Bárður Reinert Poulsen.

 

Afturat Mendoza og The Fjords hevur G! hesa vikuna eisini kunngjørt bólkarnar Lydmor, Kaleo, Tuxedo Rebels, Vágaverk og Sister Sledge.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.