Stílurin á Summarfestivalinum!

Stílurin á Summarfestivalinum!
Hvørjum eru fólk í á ársins festivali, og hvat halda tey er eitt gott festival outfit? Vit hittu 5 fólk við ymiskum stíli.
09.08.2014 - 00:15

 

 

Eva Maria Brynhildardóttir

- Eg eri í einum crop toppi frá Asos, Vero Moda buksum, Cardigan frá Vila og í svørtum Converse skóm.

 

- Eg haldi, at eitt gott festival outfit skal vera farvuríkt, kanska ein farvurík troyggja.  flott hár er eisini týdningarmikið , eina flotta flættu ella topp.

 

 

Steingrímur Hentzarsson

- Sjúrtan sum eg eri í, er frá Hugo Boss og jakkin er frá Zara.

 

- Eg haldi, at eitt feitt festival outfit er tað sum eg eri í!

 

 

Sissal Svabo Samuelsen

- Eg eri í einum jakka frá Asos, troyggju frá Object, buksum frá H&M og í einum Nike Air Max skóm.

 

- Eg haldi, at ein leðurjakki er eitt must! Tað er eisini týdningarmikið at kenna seg gott í klæðunum.

 

 

Bjarti Ryan

- Eg eri í einum jakka og eini hettutroyggju frá Jack&Jones og skógvarnir eru Nike.

 

- Eg haldi, at eitt gott festival outfit skal innihalda skógvar, ið kunnu dálkast. Ein hettutroyggja er eisini góð at hava, um tað nú fer at regna, sum tað ofta ger í Føroyum. Ein góður hugburður er eisini týdningarmikil!

 

 

Elsa Brogaard Sørensen

- Eg eri í einum Redwood jakka, NewYorker troyggju og skógvarnir eru úr Gelluni.

 

- Eg haldi, at eitt gott festival outfit er okkurt sum er heitt, men eisini nakað, sum man kennir seg væl í sum t.d ein føroysk troyggja. Eitt turriklæð er eisini umráðandi. Eg havi eitt við, men tað liggur í bilinum, nú tað er so gott veður.

 

 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.