Nógv spennandi føroysk tiltøk í Keypmannahavn

Nógv spennandi føroysk tiltøk í Keypmannahavn
Komandi tíðina vera fleiri spennandi tiltøk at uppliva í Keypmannahavn. So hevur tú heimlongsul, ella hungrar tú eftir føroyskari mentan, so hygg her.
25.08.2014 - 14:30

Fríggjadagur 29. August

 

Í Føroyahúsinum letur mánaðarliga fríggjadagsbarrin durðarnar upp fyri einum nýggjum skúlaári. Komandi fríggjakvøld verður eisini PubQuiz við vinningum úr barrini. Umframt hetta egna prísirnir í barrini seg væl til tey lesandi.

Fylgið við ørðum tiltøkum í Føroyahúsinum á Facebook síðu teirra.

 

Mynd: © Sonja Wang Hansen

 

Leygardagur 30. August

 

Komandi leygarkvøld heldur Knørrur regatta við føroyskum bátum í Hvidovre. Tiltakið byrjar kl. 14.30, har forkvinna Birgit Christensen biður vælkomin. Kl. 15.00 fer kappróðurin í gongd og kl. 17.00 verður heiðursmerkjahandan. Kl. 18.00 fer Hanus G. Johansen at spæla og kl. 20.00 kemur Jens Marni Hansen at undirhalda. Lesið meria her.

 

Náddi man ikki til Hvidovre ella fekk man bara ikki nokk, so verður Hanus G. Johansen eisini at hoyra á Skarv. Ókeypis atgongd er áðrenn midnátt, og tilboð eru í barrini til kl. 02.00.

 

Fríggadagur 5. Septembur

 

Fríggjakvøldið 5. Septembur letur Bremen Teater dyrnar upp fyri tiltakinum ”Nye Toner”. Tað  er eitt tiltak, sum leggur dent á uppkomandi tónleikanøvn. Bremen Teater hava biðið trý av teimum mest viðurkendu donsku tónleikafólkunum, um at geva teirra boð uppá tað allarbesta uppkomandi tónleikanavnið, sum so fáa møguleikan at spæla fyri nógvum áhoyrarum. Danski diskarin og útvarpsvertinnan Le Gammeltoft hevur kosið Brynjolfur á Heygum sum sítt besta boð. So Brynjolfur fer at spæla á Bremen Teater við bólki, 5. Septembur. Dyrnar opna kl. 17.00, og tiltakið er ókeypis.

 

Eisini spælir Eivør eina úrvalda inniliga duo-konsert í Luther kirkjuni í Keypmannahavn kl. 20.00. Atgongumerkir fáast á heimasíðuni hjá Eivør.

 

Hetta sama fríggjakvøld verður ársins MíttLand festivalur skotin í gongd. Kl. 17. Festivalurin verður hildin á Amager Strand, og bjóðar til einki minni enn 30 konsertir. Lesið meira um MíttLand á heimasíðu teirra.

 

Mynd: © Sandra Mendoza

 

Leygardagur 6. Septembur

 

MíttLand heldur áfram á Amager Strand frá kl. 13.30-23.55.

 

Eivør spælir enn eina konsert, men nú spælir hon við fullum bólki til CPH World Music Festival í Amager Bio. Konsertin byrjar kl. 20.00. Lesið meira her.  

 

Mánadagur 8. septembur

 

Enn ein konsert við Eivør, og hesaferð er tað við síðuprojektinum hjá henni, GINMAN/EIVØR. Tey geva hetta kvøldið plátuna ”The color of dark” út. Útgávukonsertin verður hildin í Vega í Keypmannahavn. Lesið meira á Facebook síðu teirra.

 

Hósdagur 25. Septembur

 

Hósdagin 25. Septembur byrjar tiltakið ”Færøske Biodage”. Hetta tiltakið presenterar bæði nýggjar filmar, filmsøguligar merkisvarðar og persónlýsingar, og tískil tær filmisku Føroyar – fyrr, nú og framyvir. Tiltakið er frá 25.-30. Septembur, og verður hildið á Nordatlantens Brygge.

 

Tiltakið byrjar við eini frumsýning av nýggja føroyska spælifilminum LUDO, sum Katrin Ottarsdóttir hevur leikstjórnað. Filmurin verður vístur við donskum undirtekstum og aftaná sýningina kemur Katrin Ottarsdóttir at tosa um filmin við áskoðararnar.

 

Fríggjadagur 26. Septembur

 

Fríggjadagin 26. Septembur verða tað føroysku stuttfilmarnir, ið verða sýndir. Her verður møgugleiki at síggja Vetrarmorgun hjá Sakaris Stórá, True Love hjá Heiðrik á Heygum, Terminal hjá Dávur Djurhuus og Munsch eftir Jónfinn Steinberg. Harafturat koma Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre at vísa Karmok, sum er nýggjasti filmurin í teirra stuttfilmarøð The Cycle.

Ingun Í Skrivarastovu, filmframleiðari og forkvinna í Föroysk Filmfólk verður eisini til staðar, og tosar um menningina í føroyskum filmum.

 

Stuttfilmarnir verða sýndir við enskum undirtekstum.

 

Mynd: © Nordisk Film

 

Leygardagur 27. Septembur

 

Leygardagin 27. Septembur kl. 15.00 kemur leikstjóri Nils Malmros og vísir virðislønta filmin Barbara. Filmurin hevur danska talu.

 

Kl 20.00 kemur filmsøgufrøðingur og fyrrverandi stjóri á Norsk Filmsinstitutt, Jan Erik Holst, og vísir norka filmin Selkvinnen (1953), sum er ein av fyrstu spælufilmunum, sum er spældur í Føroyum. Filmurin verður vístur uttan undirtekstir, men er á skiljandi norskum, og til tíðir á donskum.

 

Sunnudagur 28. Septembur

 

Sunnudag 28. Septembur kl. 15.00 kemur heimildarfilmshøvundurin Ulla Boje Rasmussen og tosar um filmin hjá sær ”Tre Blink Mod Vest”, sum verður vístur við undanfilminum ”Waves – A Portrait of Maria á Heygum”, sum Heiðrik á Heygum hevur leikstjórnað. ”Tre Blink Mod Vest” hevur danskar undirtekstir og undanfilmurin enskar.

 

Mánadagur 29. Septembur

 

Mánadagin 29. Septembur verður hátíðarsýning av fyrsta føroyskt framleidda spælifilminum, ”Atlantic Rhapsody” (1989), sum fyri 25 árum síðani hevði frumsýning. Filmurin verður vístur við donskum undirtekstum, og Katrin Ottarsdóttir kemur at tosa um filmin aftaná.

 

Týsdagur 30. Septembur

 

Týsdagin 30. Septembur er seinasti dagur á Færøske Biodage. Hetta kvøldið verður ein týsk útgáva av Barbara víst. Tað er Frank Wisbars sum hevur gjørt filmin. Filmurin skilir seg nógv frá bæði skaldsøguni og filmsútgávuni hjá Nils Malmros. Upprunaliga heitið á filminum hjá Frank Wisbars er ”Barbara – Wild wie das Meer”, og hevði frumsýning í næstan øllum norðanlondunum fyrst í 1960’unum. Filmurin hevur tó ikki verið atkomuligur í áratíggju.

Filmurin er í litum og hevur týska talu, men verður vístur við donskum undirtekstum.

 

Lesið meira um alt tiltakið ”Færøske Biodage” her.

 

Veist tú um onnur føroysk tiltøk í Danmark, so ert tú vælkomin at viðmerkja niðanfyri ella senda okkum boð um hetta. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.