- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra tríbókaverk at lesa aftaná Hungursleikirnar
Hungursleikirnir, eftir Suzanne Collins, er ikki sum ein hvør onnur ungdómsbókarøð. Tað eru dystopiskar framtíðarskaldsøgur, sum vekja nakrar samfelagsfrøðiligar tankar í okkum, um hvussu galið tað kann ganga, um myndugleikarnir hava ræðið á øllum. Bæði bøkurnar og filmirnir eru væl móttiknir. Filmirnir eru blivinir tilnevndir til 40 virðislønir og hava vunnið 32. Triði filmurin kemur í biografin í novembur.
Her eru fýra aðrar bókarøðir, ið kunnu samanberast við Hungursleikirnar:
The mazerunner (2009), James Dashner
The Mazerunner er ein young-adult framtíðar/fantasy bókarøð. Fyrsta bókin tekur støði í lívinum hjá Thomas. Hann er komin til eitt stað, sum verður nevnt the Glade, og hann hevur eingi minni frá lívinum áðrenn ella uttanfyri the Glade. Tað einasta hann minnist, er hvussu hann eitur. Thomas er ikki einsamallur har, hann er har saman við eini 50-60 ungum dreingjum, sum eru í somu støðu sum hann. The Glade er umringað av eini labyrint av steini, og her liva vandamiklar skepnur. Tað eru hurðar sum forða skepnunum at koma inn til fólkini. Eingin veit, hvussu ella hví teir eru komnir har, og hvat er hent við verðini uttanfyri. Tað einasta teir vita er, at tá hurðarnar opnast um morgunin, vilja teir seta alt í váða fyri at finna útav hesum. Labyrintin er einasti vegurin út, men enn hevur eingin megna út úr henni.
The Mazerunner er sum eitt stórt putlispæl, sum ein má loysa saman við persónunum í bókini. Hon er full av óvæntaðum vendingum og samanbrestum.
Fyrsta bókin í røðini hevur fingið 4,1 stjørnur av 5 á Goodreads.com, og hevur vunnið heitið sum besta young-adult paranormal/fantasy bók í 2009. Fyrsti filmurin kemur í biografin í í septembur.
Divergent (2011), Veronica Roth
Divergent er ein young-adult dystopisk/framtíðar bókarøð, sum fyrigongur í einum samfelagi samansettum av fimm ymiskum bólkum. Hvør bólkur hevur sína egnu mentan og virðir. Vit hava Candor (tey ærligu), Abnegation (tey ósjálvsøknu), Dauntless (tey djarvu), Amity (tey friðsælu) og Erudite (Tey vitugu). Vit fylgja tí 16 ára gomlu gentuni, Tris, og rannsakanini eftir samleika hennara. Til valfagnaðin, sum er á hvørjum ári, skal hon velja, hvønn samfelagsbólk hon vil hoyra til restina av lívinum. Valið kemur at avgera, hvussu hennara lív fer at verða, hennara vinir og idealir. Tað kann koma fyri, at onkur riggar at vera í fleiri bólkum. Tris er tað, man kallar “Divergent”, Hon hoyrir ikki bert til ein ávísan bólk, hon hevur fleiri eginleikar. Leiðararnir eru bangnir fyri “Divergent”, og vilja beina tey burtur. Stutt eftir valfagnaðin brýtur eitt kríggj út í samfelagnum, og Tris finnur útav, at hennara loyndarmál kann hjálpa henni at bjarga teimum hon elskar, ella tað kann oyðileggja hana.
Veronica Roth skrivaði fyrstu bókina sum bert 23 ára gomul. Hon hevur ein eginleika til at skriva um stríð og adrenalin-pumpandi støður, men eisini um kærleika.
Fyrsta bókin hevur fingið 4,35 stjørnur av 5 á Goodreads.com, og er ein New York Times-metsølubók. Tann fyrsti filmurin er longu úti, og hevur fingið 7,1 stjørnur av 10 á IMDB. Næsti filmurin kemur í næsta ár.
Unwind (2007), Neal Shusterman
Unwind er ein young-adult dystopisk/framtíðar/thriller bókarøð. Søgan gongur fyri seg í USA, aftaná at eitt borgarakríggj um fosturtøku er komið at enda. Kríggið endar við eini neyðsemju sum sigur, at lívið er friðað, frá tí at man verður við barn til børnini fylla 13 ár. Men tá børnini eru ímillum 13 og 18 ár, kunnu foreldrini velja at geva børnini upp, tey kunnu geva tey til sjúkrahús at nýta til organdonering. Á henda hátt drepur man tey ikki, tí at kropparnir liva víðari í onkrum øðrum. Foreldrini hjá Connor og Risa hava valt at geva tey burtur, og tá tey møta Lev, flíggja tey øll frá hesi verðini og gerast flóttafólk. Men hvussu leingi kunnu tey goyma seg áðrenn fortíðin fær tey aftur? Ímynda tær ein heim har fosturtøka ikki er loyvd, men foreldur hava loyvi at geva organini hjá teimum til bíðandi móttakarar?
Unwind hevur fingið góð ummælið, grunda á hennara djúpu tankar, umhvørvið og sosiologisku avleiðingar. Hon hevur vunnið nógvar young-adult bókmentavirðislønir. Bókin hevur fingið 4,21 stjørnur av 5 á Goodreads.com, og ein filmur er í ger.
The Dwellers (2012), David Estes
Bókarøðin The Dwellers er ein dystopisk young-adult framtíðarskaldsøga. Tað er ein hugfangandi bókarøð full av suspense og spenningi um eitt samfelag, sum er tvingað at liva undir jørðini, av tí at yvirflátan av jørðini er fullkomiliga oyðiløgd. Eitt nýtt samfelag kallað Tri-Realms, sum inniheldur the Sun Realm, the Moon Realm og The Star Realm, tekur skap. Ein 17-ára gomul genta, Adele, roynir at sameinast við familjuna aftur, eftir at hon er blivin skeivt fongslað, av gerningum sum foreldur hennara hava framt. Hon er frá sær sjálvum og roynir at flýggja, fyri at finna svar og familjuna aftur. Hon verður elt av eini dreparamaskinu, ið arbeiðir fyri forsetan.
Eins og Katniss úr Hungursleikunum, umboðar Adele eina sterka kvinnurødd. Hon hevur ein sterkan feministiskan leiklut.
Tann fyrsta bókin í røðini, The Moon Dwellers hevur fingið 3,91 stjørnur av 5 á Goodreads. Henda bókarøðin er ikki eins kend og hinar røðirnar á listanum, men hon hevur fingið sera góð ummæli.
Trýst her fyri fleiri spennandi bókarøðir.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |