- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samanumtikið: MíttLand 2014

Ársins MíttLand festivalur var aftur í ár hildin á Amager Strond. Í ár fevndi festivalurin seg tó um tveir dagar og ikki ein, sum í fjørð.
Fríggjakvøldið legði hart út við nýggja rock bólkinum KillerJane við Margretu á Rógvu sum oddakvinnu, sum av álvara setti festivalin í gongd.
Síggið samrøðuna við KillerJane her.
Fríggjakvøldið bjóðaði uppá eina góða blanding av bæði rock, hip hop, pop og blues frá okkara bestu tónleikarum.
MíttLand hevði í ár leigað eitt stórt festival telt, har stóri pallurin og barrin vóru inni í. Hetta teltið var tíverri alt ov stórt í mun til, hvussu nógv fólk komu á festival, og virkaði tí ikki sum, at tað var nakað serligt av fólki.
Uttanfyri teltið var settur ein lítil pallur upp og matbásar stóðu á báðum síðum av pallinum.
Leygardagurin á MíttLand vardi longur enn fríggjakvøldið. Skráin byrjaði longu kl. 13.30 og helt áfram til midnátt. Fleiru av nøvnunum frá fríggjakvøldinum spældu aftur leygardag, men hesuferð á stóra pallinum.
Veðrið var av tí allar besta og hýrurin var góður. Tað er øgiliga týðiligt, at føroyingar koma ikki fyri tónleikin, teir koma fyri at møta vinum og kenningum og fyri hugnan.
Tað var tó øgiliga skuffandi, at tá felagssangurin við Eyðun, Terja og Kim ljómaði í stóra teltinum, var eingin øl eftir í kaggunum. Hetta var sera skuffandi serliga tí, at sama skil var í fjør og tað hevur verið tosað nógv um, at hetta fór ikki at endurtaka seg í ár. Eftir eina løtu var tó møguligt at keypa sær eina Tuborg ella Carlsberg dósuøl.
Leygarkvøldið bleiv rundað av við tjóðsanginum, og síðani fór fólkið upp á gólv.
Alt í alt var ársins MíttLand festivalur eitt sera hugnaligt tiltak.
Röddin hevur roynt at fingið tað mesta og besta við av festivalinum, so síggið omanfyri hvørjar spennandi samrøður og annað vit hava gjørt.
- Lesið hvat fólkið á MíttLand hevði uppá hjartað her.
- Sí hvørji trý ting vóru tey týdningarmiklastu hjá fólkinum her.
- Lesið um matúrvalið á ársins MíttLand festivali her.
- Kom við handan pallin við Röddini og Swangah her.
- Sí myndir frá festivalinum her.
- Lesið samrøðuna við Gissur Patursson, samskipara á ársins MíttLand her.
- Hoyr hvat festivalgestirnir hildu um MíttLand og um heimlongsulin her.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




