Handan pallin við Swangah

Handan pallin við Swangah

Handan pallin við Swangah
Röddin var á staðnum meðan Swangah riggaðu til at fara á pall til MíttLand. Síggj hvussu limirnir úr Swangah gera seg klárar handan pallin og í backstagerúminum.
05.09.2014 - 22:15

 

Röddin fylgdi Swangah, meðan teir gjørdu seg klárar at fara á pallin. Vit fangaðu teir eisini til eitt prát, um hvussu teir fyrireika seg áðrenn konsertina.

“Man roynir altíð at hava okkurt spesielt til hvørja konsert.”  Soleiðis sigur Steen Rói Lorenzen, sum saman við Ragnari Davidsen bíðar eftir at fara á pallin. Trummuspælarin Eyðun Muller Thomsen er í ferð við at seta trummusettið upp á pallinum. Vit spyrja, hvussu teir hava fyrireikað seg til hesa konsertina.

 

 

 

 

Eyðun setur trummusettið upp á pallinum.

 

“Hendan konsertin er sett upp á ein heilt annan máta. Vit eru vanir við at hava nokkso tung løg av og á, tí vit dáma faktiskt væl at performa tey løgini, men hesuferð er tað meira soleiðis uppi-at-koyra-allatíð. Tí vit skulu spæla so tíðliga, at málið er sjálvandi at fáa fólkini upp at koyra, tá man spælir klokkan 9 – so tað er tað vit koyra eftir”, fortelur Steen Rói.

 

Steen Rói við nýggjum Swangah-T-shirtum.

 

Inni í backstage-vogninum, har vit sita og práta, er fult av tónleikarum sum hugna sær og gera seg klárar at fara á pallin. Steen Rói og Ragnar fortelja at teir plaga at taka tað eitt sindur róligt, áðrenn teir fara á pallin. “Vit plaga at taka set’tið ígjøgnum eina ferð ella tvær ferðir “, sigur Ragnar.

“Man er altíð nervøsur áðrenn, men tað fer vekk tá man kemur á pallin,” svarar Ragnar, tá vit spyrja hvussu kenslan er beint áðrenn teir inntaka pallin. Í filmbrotinum omanfyri kunnu tit síggja Swangah hita upp í backstagerúminum.

 

Swangah á veg á pallin.

 

Myndir: © Sonja Wang Hansen

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.