Ódnartak um vikuskifti

Ódnartak um vikuskifti
Leygardagin 4. oktobur verður róðrarkappingin Ódnartak, og Röddin hevur fingið eitt orð á Ritu Jørgensen, sum er við.
03.10.2014 - 14:30

Triðja og síðsta umfar av heystkappingini Ódnartak verður leygardagin, og róðrarfeløgini byrja at fyrireika seg. Hetta er ein nýggj kapping, sum fyri fyrstuferð bleiv sett í verk í ár. róð verður 140 metrar, ið svarar til umleið 25-30 tøk, so allur róðurin er ein spurtur. Hvør manning rør tríggjar ferðir uppá ein dag, og síðani verður besta liðið funnið fyri tann dagin. Tá allir tríggir róðrardagarnir eru avgreiddir, verður vinnarin tann, sum hevur klárað seg best allar dagarnar samanlagt.

 

Les eisini: Havnabáturin klárur til Ólavssøku

 

- Mær dámar væl Ódnartak. Serliga tað, at vit bert rógva 140 metrar, og at kappingin er so tøtt. Eg haldi, at tað er gott at hon er um heystið. Kappingin er so stutt um summarið, og man fer beinanvegin at leingjast eftir kappróðrinum aftur, greiðir Rita Jørgensen frá, sum rør við blikur gentum.

 

Tað verður ikki vant eins nógv til Ódnartak, sum til FM 

 

Ódnartak er ikki partur av FM róðrinum, sum er hvørt summar, so manningarnar kunnu nýta høvið at stuttleika sær í, og samansjóða manningarnar í feløgunum.

 

- Vit venja slett ikki líka nógv til ódnartak, sum vit gjørdu í summar. Í summar vandu vit seks ferð um vikuna, og nú venja vit kanska tríggja ferð upp til hvørja kapping. Kappingin er stuttligari og meiri óseriøs. Tað haldi eg serliga er gott, tí um summarið er tað so ræðuliga seriøst, at man næstan gloymir at stuttleika sær.

 

Róðrarárið er stutt

 

Rógving er okkara tjóðarítrottur, men róð verður bert á summarstevnunum, og aftaná tað, hoyrir man lítið til rógving. Tað heldur Rita Jørgensen vera keðiligt.

 

- Eg haldi at kappróður skuldi fylt meir. Tað eru bara sjey stevnur um summarið, og so er liðugt aftaná Ólavsøku. Ein vár og heyst kapping, haldi eg, hevði gjørt nógvan mun. Kappingartíðin hevði verið longri, men alíkavæl skuldu tær sjey stevnurnar um summarið verið tær týdningarmiklastu.  Vár og heyst skuldi bara verið fyri stuttleikar, og ikki havt nakað við FM at gera.

 

Tiltakið í morgin byrjar klokkan 13, og aftaná verður steyp handað í Perluni til vinnararnar

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.