- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tiltak um føroysk útlendingamál á Norðuratlantsbryggjuni
Løgtingið fer komandi tíðina at viðgera spurningin um, hvørt Føroyar skulu yvirtaka útlendingamálini, sum í løtuni er danskt málsøki. Tískil skipar MFS fyri einum tiltaki, sum skal varpa ljós á málsøkið og viðgera týdningarmiklu umráðini á økinum.
Spurningarnir, ið verða umrøddir í kvøld, eru millum annað, hvussu útlendingar verða móttiknir í Føroyum, um Føroyar hava eina integrasjónsskipan, og hvussu ein møgulig føroysk lóggáva á økinum kundi sæð út. Eisini kemur landsstýrismaðurin í vinnumálum at siga sína hugsan um útlendingamál.
Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:
- Ken Nónklett, umboð fyri Útlendingastovuna
- Jórun garder Bringsberg, umboð fyri Vinnuhúsið
- Rúni Joensen, umboð fyri Vinnumálaráðið
- Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum
- Sonja Jógvansdóttir, umboð fyri Samtak
Dyrnar lata upp kl. 19, og tiltakið byrjar kl. 20.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |