- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gev títt boð upp á norðurlenska ljóðið

Framleislufelagið, Out In The North, er eitt felag stovnað av fýra ungum dønium, sum gera sjónbandaløg, sum leggja dent á norðurlensku náttúruna saman við norðurlenskum listafólkum.
Endamálið hjá felagnum er at draga fram ta ómetaliga stóru mongdina av norðurlenskum tónleiki.
Teir hava verið runt í millum annað Føroyum, Danmark og Grønlandi og gjørt sjónbond um norðurlenskar tónleikarar og náttúruna rundan um.
Sí sjónbandið um føroyska SAKARIS her.
Saman við Sennheiser hava Out In The North nú skipað fyri einari kapping, sum gongur út upp á at finna norðurlenska ljóðið.
Kappingin gongur stutt og greitt út uppá, at tú fer inn á facebook síðuna hjá Out In The North og leggur út eitt sjónband av tær sjálvum spæla eitt lag ella á annan hátt visa, hvat tú følir er norðurlenska ljóðið.
Vinningurin er ein dagur í studio hjá Sennheiser, har tú hevur møgugleika at taka upp lagið hjá tær ella trý pør av Sennheiser MOMENTUM oyramikrofonum.
Les meira um kappingina og um Out In The North á Facebook síðu teirra.
Niðanfyri er eitt sjónband, har Out In The North leggja verkætlanina "Finding the Nordic Sound" fram.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




