Victoria hugleiðir: Eigi eg eina iPhone, ella eigur ein iPhone meg?

Victoria hugleiðir: Eigi eg eina iPhone, ella eigur ein iPhone meg?
- Bíða nú, hvør hevur koyrt okkurt á MyStory? Mítt OCD prikar meg, tí byrji eg at hyggja at einum uppslagi á MyStory, má eg hyggja at øllum
14.11.2014 - 19:00

Orð: Victoria Biskopstø

 

iPhone 6 er júst komin út á marknaðin. iPhones eru nakrar av teimum best umtóktu snildtelefonunum. iPhone 5s er best selda snildtelefonin nakrantíð higartil.

 

 

Eg skilji persónliga ikki, hví fólk hava hug at keypa sær eina iPhone 6 plus, tá hon nærum er á stødd við ein teldil, men lat fara. Apps til alt frá skúlatilfari, skritt teljara og Bíbliuni til drukspøl eru at finna á Appstore. Ein iPhone er øgiliga hent at hava viðvíkjandi tílíkum.

 

Sjálv eri eg ein av hepnu eigarunum av eini iPhone 5S. Eg má siga, at eg brúki hana lítið og einki til nakað sum helst, eg havi nevnt omanfyri. Ístaðin brúki eg hana til Facebook, Messenger, Snapchat og Instagram. Av og á at ringja og smsa við sjálvandi. Appirnar til First Class og Sprotan hava, sum allar aðrar skilagóðar appir, verið lítið og einki til nyttu.

 

Eg havi verið eigari av iPhone síðan januar 2014. Eg veit ikki rættiliga, hví eg keypti mær hana. Óivað tí øll hini eisini høvdu.

 

Tað gerst meiri vanligt at hava iPhone nú – fyrr vóru bert nøkur fá, ið áttu eina iPhone, og tað var mega kul um mann átti. Eitt kvøldi, eg sat saman við vinfólki, setti eg meg at telja, hvussu nógv av okkum høvdu iPhone. 7 út av 8 vóru, sum eg, eigarar av iPhone.

 

Tað er ivaleyst ymiskt frá persóni til persón, hvussu nógv fartelefonin fyllir í gerandisdegnum. Eg veit, at hjá flestu fyllir hon nógv – og her tosi eg fyrst og fremst til mín sjálvs. Eg vakni um morgunin og seti meg at hyggja á Facebook, meðan eg siti og gáni uppi yvir morgunmatinum.

 

Í týskt tímanum liggur fartelefonin á borðinum og freistar meg líka at fara inn á Instagram og hyggja, um har sker nakað. Nei, akkurát sama myndin er ovast á newsfeed, sum fyri fimm minuttum síðani. Áh, bíða nú, hvat segði lærarin um umsagnarlið til grundlið?

 

Eg havi fleiri ferðir tikið meg sjálva í tí støðu, har eg slettis ikki áni, hvat lærarin forklárar um, tí eygu míni stardu niður í skermin, ið eg stari í, ivaleyst samanlagt, tveir tímar um dagin. Eg velji síðan at leggja fartelefonina frá mær.

 

Brádliga hoyri eg eitt darr niðri á borðinum. Onkur skrivaði til mín á Facebook. Nei, bíða nú – tað var til síðumakkaran. Hvat eru tey inni á? Uha, tey eru á Facebook. Tað freistar meg beinanvegin, at taka mína egnu iPhone upp og vera líkasæl við, hvat lærarin forklárar um. Hini fylgja ikki við, so mær nýtist ei heldur.

 

Seinni situr familjan samlað runt um borðið til nátturða heima hjá ommu. Ein fartelefon ringir, øll hvøkka við og fara at merkja eftir, um tað er teirra. Nemliga, tí øll hava sama standard ringitónan hjá Apple.

 

Eg tendri líka Wi-Fi, fyri at vita um vinkonan hevur svarað á Facebook. Hetta skuldi tikið 2 sekund, men so skjótt sum fartelefonin fær samband við internetið, fái eg at vita, at eg havi fingið eitt Snapchat og ein nýggjan fylgjara á Instagram. Bíða nú, hvør hevur koyrt okkurt á MyStory? Mítt OCD prikar meg, tí byrji eg at hyggja at einum uppslagi á MyStory, má eg hyggja at øllum. Hov, tað, ið skuldi taka 2 sekund, tók 5 minuttir.

 

Eg standi í bussskýlinum, tá ið ein genta, ið skal við sama bussi sum eg, kemur og stillar seg við síðuna av mær. Eg veit, hvør hendan gentan er – vit plagdu at tosa saman fyrr onkuntíð, men nú er huglagið millum okkum heldur klombrut. Eg taki mína iPhone fram og látist, sum eg geri okkurt á henni, bert fyri at hon ikki skal byrja at tosa við meg. So heldur hon, at eg ikki síggi hana. Ein illavorðin tanki, men so sleppi eg so væl undan.

 

Ein vinmaður, ið eg ikki havi sæð í longri tíð, kemur ein túr framvið til ein kaffimunn. Gaman í, eg taki eina mynd, so fylgjarar á Instagram kunnu síggja, hvussu gott eg havi tað. Nú skal eg vera sosial – eg sløkki Wi-Fi eftir at hava lagt myndina út. Nei, nú byrjar samrøðan at verða hálvgum keðilig. Hvussu nógv likes havi eg fingið fyri myndina?

 

Eigi eg eina iPhone, ella eigur ein iPhone meg?

 

Eg veit ikki, um tað eru nøkur, ið kenna seg aftur í hesum, men hetta hellir gerandisdagurin meiri og meiri til, sum tíðin gongur. Í summum førum er hon eisini ein flýggjan frá veruleikanum. iPhone er tín troyst, tí tá tú hevur fingið títt “check” á telefonini, er trupulleikin frá veruleikanum gloymdur. Ein ring samvitska kann fjalast við eini smílandi selfie á Instagram, eitt knúst parlag við eini mynd av einum ástarfundi við lekkrum døgurða.

 

Sjálvandi hevur iPhone sínar fyrimunir fyri tey, ið duga at nýta hana við máta. Tað eru uttan iva fleiri, ið ikki hava henda trupulleika, at lata seg binda av eini iPhone. Tó haldi eg ikki, at tað eru fyrimunirnir, ið vit síggja mest av millum okkum í dag.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.