Hvat, hvar og hví?

Hvat, hvar og hví?
Les samrøðuna við Katrina Dalsgaard Nolsøe, har ið vit spyrja hana, hvat hon lesur, hvar og hví
15.02.2015 - 22:45

Hvat lesur tú?


Eg lesi ‘Sozialwissenschafen’; ein blanding ímillum samfelagsfrøði og stjørnmálafrøði. Mær dámar væl fakið, tí at tað er víðfevnandi og gevur mær tí nógvar møguleikar eftir loknan lesnað.

 

Eisini er tað í stóran mun upp til hvønn einstakan, hvussu skemaðið sær út. Hetta merkir, at kjakini í tímunum eru sera spennandi, tí at næmingar hava ymsar bakgrundir, og ymiskt er, hvussu langt vit eru komin í lesnaðinum.

 

Hvar lesur tú?

 

Eg lesi á Humboldt Universität í Berlin. Her henda altíð nógv spennandi ting, men kortini eru fólk sera avslappað og minna ofta um føroyingar. Berlin er ein internationalur býur, ið ger hann sera hugtakandi, og so er tað heldur ikki verri, at her er bíligt at liva.

 

Hví valdi tú just hetta?

 

Eg flutti til Berlin fyri at læra flótandi týskt. Eg tók nøkur málskeið, búði saman við týskarum og arbeiddi eitt sindur fyri at røkka mínum máli. Aftan á vildi eg fegin verða verandi í Berlin og lesa okkurt, ið hevði við samfelagsfrøði at gera.

 

Eg valdi Humboldt Universität, tí mær dámdi best samansetingina av fakum, sum tey bjóða. Og ein fyrimunur var eisini, at Humboldt, í mun til hini universitetini, liggur mitt í Berlin.


 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.