Soleiðis repiterar tú best

Soleiðis repiterar tú best
Røddin hevur hesa vikuna tema um lesiferiu og lesnaðartips, og her fært nøkur ráð til, hvussu tú repiterar best
17.05.2017 - 16:12

Royndartíðin er aldrin løtt, og harðasti parturin er at finna útav, hvussu tú skalt bera teg at við at fáa øll hesi árini av vitan kroyst inn í høvdið uppá nakrar vikur. Tí hava vit á Røddini savnað tykkum hesi ráðini saman, so komandi vikurnar hjá tykkum lesandi kunnu gerast tað lættari. 

 

Ikki lesa fleiri ferðir

 

Vanligasti mátin at repitera er at lesa tínar tekstir fleiri ferðir, men allar kanningar vísa, at tú fært lítið burturúr við at lesa tekstirnar meira enn tvær ferð (hetta er sjálvsagt undantikið søgur, ið tú noyðist at greina og tulka). Skalt tú lesa fakligar tekstir, so er lættasti mátin at lesa tekstirnar væl ígjøgnum eina ferð, alt meðan tú noterar og ‘highlightar’ tey mest týdningarmiklu hugtøkini.

 

Ikki sita við telduna, uttan so at tað er alneyðugt

 

Ofta, tá vit lesa uppá, sita vit á telduni samstundis – men best er at lata vera við tí. Ja, tú ætlar at googla og leita fram alt tað, tú kanst, men... tú endar á YouTube ella Facebook í síðsta enda. Tí er best at stilla telduna til síðis og notera tey tingini, tú veitst, tú kemur at hava brúk fyri at leita fram seinni. Tá tú hevur lisið tekstin lidnan, kanst tú síðani fara at googla tað, tú manglar, og tú minkar soleiðis um kjansin fyri at blíva órógvað.

 

Legg eina tíðarætlan

 

Tá tú hevur fingið at vita, hvørjum royndum tú skalt upp í, og nær tær eru, set teg so niður og legg eina tíðarætlan. Hvussu nógvar dagar hevur tú at repitera í? Hvussu nógvari tíð hevur tú brúk fyri? Skriva síðani upp dag fyri dag, hvussu nógvar síður, tú noyðist at lesa um dagin, so tú sleppur undan at noyðast at gloypa alt niður kvøldið fyri royndina.

 

Tak pausur

 

Ofta hava vit hug at gloyma at taka tær pausurnar, vit hava brúk fyri. Men sálarfrøðiliga vísir tað seg, at vit duga illa at fokusera optimalt í meira enn 20 minuttir út í eitt, og tí er best at taka pausur javnan. Hesar pausurnar noyðast ikki at vera langar, men tú veitst best, hvussu langar pausur tú hevur brúk fyri.


Tað ber eisini til at downloada appir, sum kunnu hjálpa tær við hesum. Ein av hesum er Forest: Stay focused appin, har tú setir eina avmarkaða tíð á, har tú ikki fært brúkt telefonina hjá tær. Hvørja ferð tú megnar at lata telefonina liggja hetta tíðarskeiðið veksur eitt træ, og tú fært samstundis eina áminning um, at tað er tíð at halda pausu, tá tíðin er uppi.

 

Minst til at hava eitt lív við síðuna av lesnaðinum

 

Í tráð við, at tað er týdningarmikið at halda pausur, er eisini týdningarmikið, at tú ikki læsir teg inni hesar komandi vikurnar. Minst til at eta, ganga túrar og síggja tíni vinfólk, so tú ikki brennir út. Ofta er eisini gott at síggja tínar floksfelagar, so tit kunnu tosa saman um, hvat tit eru komin fram til, og hvar tit eru komin til, so tit ikki sita einsamøll við øllum.
 

Les eisini: Soleiðis lærir tú nakað uttan at gera nakað

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.