- Tíðindi, mentan og ítróttur
Smyrsl: Smokey eygu

Trin 1)
Til smokey eyes er tað týdningarmikið at brúka ein sokallaðan ‘blending brush’, ið er ein pensil, sum ger tað lættari at tóna farvur út og blanda tær saman.
Byrja við einum gráum eygnaskugga og brúka eina blending brush til at leggja skuggan frá uttaru síðu av eyganum og inn ímóti miðjuni. Tóna síðani farvuna út við sama pensli aftaná, soleiðis at farvan ikki verður ov hvøss.
Brúka so ein lítlan pensil, við stuttum hárum, og legg somu farvuna undir eyga.
Hevur tú trupulleikar við at fáa farvuna at halda, kanst tú leggja ein sokallaðan 'eyeprimer' á eyguni, áðrenn tú koyrir eygnaskuggar á. Hetta fær skuggan at halda longri. Eyeprimer fæst m.a hjá Make Up Store í Havn.

Trin 2)
Til hetta trinið brúki eg ein myrkabláan eygnaskugga, ið skínur eitt sindur, til at gera skuggan myrkari í uttara eygnakrókinum.
Tá mann brúkar eina myrka farvu, er gott at brúka ein pensil við tøttum hárum til at leggja farvuna á við, av tí at hon, á tann hátt, verður meira sjónlig.
Legg skuggan í uttara eygnakrókin og brúka síðani ‘blending brush’ til at tóna farvuna eitt sindur uppeftir og inn móti miðjuni av eyganum, soleiðis har ikki er ein hvassur kantur við myrkari farvu.

Trin 3)
Her brúki eg eina heita farvu, næstan heilt appilsingula, fyri at skapa eina kontrast ímóti køldu farvuni á eygnalokinum.
Brúka eina blending brush til at leggja ta heitu farvuna omanfyri ‘globulinjuna’, ið er tann skuggin, sum vit natúrliga hava uppi yvir eygnalokinum, tá ið vit hyggja upp.
Hetta gevur eygunum eitt flott spæl, av tí at tær køldu og heitu farvurnar framhevja hvør sína farvu í sjálvum eyganum.
Brúka eisini lítla pensilin til at leggja eitt sindur av heitu farvuni mitt undir eyga.
f
Trin 4)
Hetta er trinið, har ið tú kanst sláa teg leysa. Hevur tú onkran flottan, skínandi eygnaskugga, ið tú ikki vanliga dugir at brúka, so er tað kanska just hann, sum passar til hetta trinið.
Eg brúki ein leysan, skínandi grønan og brúnan eygnaskugga fyri at skapa eitt fangandi farvuspæl mitt á eygnalokinum. Men her kanst tú eisini brúka ein gyltan eygnaskugga ella silvurlittan; tað týdningarmiklasta er, at hann er skínandi og sæst!
Legg eygnaskuggan mitt á eygnalokið við tætthærda penslinum, beint omanfyri sjálvari farvuni í eyganum, og toga hann eitt sindur inn ímóti eygnakrókinum.
Legg eisini, sum áður, eygnaskuggan undir eyga, fyri at skapa eina betri heild ímillum farvurnar.

Trin 5)
Tann síðsti eygnaskuggin, sum tú skalt brúka, er ein ljós, heit farva. Hesa leggur tú, við eini blending brush, upp undir eygnabrýrnar og inni við eygnakrókin. Umframt at ljósna upp um økini ger hetta, at eyguni síggja meiri vakin og fangandi út.
Brúka síðani eina myrka kohlstift. Her havi eg valgt eina myrkabrúna farvu, ið riggar væl til blá eygu. Legg farvuna í váta kantin av eyganum.
.jpg)
Trin 6)
Síðst, men ikki minst, maskara! Vel eina maskaru, ið gevur nógva fyllu og brúka nokk av henni. Minst til at greiða farvuna væl aftur og framm inn í vippurnar, soleiðis at hon ikki klumpast.
Ynskir tú at eyguni skulu síggja enn meira fangandi og spennandi út, so kanst tú velja at brúka falskar eygnavippur. Eg havi brúkt vippurnar, sum eita nr.36 frá MAC cosmetics, ið fáast á Flogvøllinum í Kastrup.
.jpg)

Nú hevur tú nøkur vøkur og spennandi smokey eygu, sum nokk skulu fanga nógv blikk. Eisini riggar hetta ‘lookið’ til flestu klæðir og farvur, so tað kann brúkast til næstan alt. Eftir er bara at lata teg í títt yndisplagg og minnast til at taka smílið og sjálvsálitið við, tá tú fert út.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




