Smyrsl: soleiðis dekkar tú pirrur

Smyrsl: soleiðis dekkar tú pirrur
Rakul gevur tær ráð, hvussu tú kanst dekka ringa húð, uttan at tað sær ov 'sminkað' út
28.04.2015 - 12:00

 

Húð er ymisk:

Hóast eg sjáldan havi trupulleikar við míni húð, so kann hon onkuntíð bróta út. Eg havi eisini tann farliga óvana at pilka illa, so eg geri bara ilt verri og fái sár ístaðin fyri pirrur.

 

Tað kann vera sera ymiskt, hvat framkallar pirrur í húðini. Tað kann millum annað vera hormonir, strongd, ovurviðkvæmi og matvanar, ið forstýra húðina, men ofta veit mann rætt og slætt ikki orsøkina.

 

Tí er týdningarmikið at seta seg inn í, hvørjum húðini tørvar og at viðgera hana hareftir. Eg havi turra húð, eitt sindur av ovurviðkvæmi, og so havi eg etið ivaleyst av bommi.

 

Hevur tú sera ring húð og ivast, hvat framprovokerar pirrurnar, so ber til at fara til lækna ella til kosmetolog, sum kunnu hjálpa tær at finna útav, hvørjum tín húð tørvar.

 

Minst til: tað er næstan ómøguligt at gera pirrurnar heilt ósjónligar, tí at tær sjáldan eru slættar, men tú kanst minka um sjónligheitina munandi.

 

 

 

1) Reinsa húðina:

  • Eg havi turra og ovurviðkvæma húð, so eg brúki oftast Mild Skintonic frá Matas til at reinsa húðina við.
  • Av tí at eg havi turra húð, so syrgi eg eisini fyri at brúka krem aftaná, soleðis at hon fær nokk av vætu.

 

2) Sissa reyðu farvuna:

  • Brúka gulligan ella grønligan conealer til at taka broddin av reyðu farvuni á pirrunum
  • Minst til at brúka ein lítlan, reinan pensil ella reinar, sprittaðar hendur.

 

3) Javna út:

  • Brúka ein concealer í tíni farvu og javna farvuna út.
  • Til hetta kanst tú nýta ein reinan, stóran pensil til andlitið ella ein reinan svamp.

4) Foundation ella putur:

  • Brúka síðani eitt sera tunt lag av foundation ella puturi fyri at dekka og javna meira út.
  • Eg havi brúkt eitt tunt lag av mineral puturi.
  • Minst til at brúka pensil ella svamp at leggja á við.

 

5) Set dám á:

  • Húðin í andlitinum hevur ongantíð sama lit allastaðnis. Fyri at hon skal síggja náttúrlig út, er tí týdningarmikið at seta dám á hana.
  • Nýt sólputur til at leggja undir kjálkabeinini og á tinningin fyri at skapa skugga og legg ein highlighter á sjálvt kjálkabeini fyri at skapa ljós. 

 

6: Roði:

  • Eingin húð sær natúrlig út uttan eitt sindur av roða. Fyri at leggja síðstu hond á verkið, legg so eitt sindur av kinnareyðum á kjálkarnar.

 

 

Tadaaa: her er endaliga úrslitið + maskaru, teknaðar brýr og lipgloss:

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.