Listafólkið: Bjørg Einarsdóttir Olsen

Listafólkið: Bjørg Einarsdóttir Olsen
- At seta seg niður at mála, er sum at sita í egnum heimi og lata allar tankar og kenslur fara til viks
05.03.2015 - 22:00

Listafólkið hesa ferð er 24 ára gamla Bjørg Einarsdóttur Olsen. Henni dámar væl at mála, og serliga er tað vatnmáling, ið hevur hennara áhuga.

 

 

 

Fær íblástur frá tí, sum er rundanum

- Eg havi ikki ordiliga funnið mín egna stíl. Eg lati meg enn inspirera av ymiskum rundan um meg. Eg royni ymiskar stílar og mátar at mála og menna mína kreativu síðu, til eg finni tað, sum eg ordiliga brenni fyri.


- Men eitt, sum ordiliga hevur fangað mín áhuga, er vatnmáling og máling, sum rennur. Tað er nakað, eg heilt sikkurt fari at gera meira við. Eg eri næstan aldrin 100% nøgd við tað, sum eg geri, eg finni altíð okkurt, sum kann leggjast afturat. Mær dámar eisini væl, at tað ikki er 100% perfekt, tí eg haldi, at tað skal vera okkurt at seta fingurin á. 

 

- Eg havi ein ráan slash hippie stíl, og tað sæst nógv aftur í mínum listaverkum so sum deyðningahøvd og nógvir litir.

 

Bjørg leggur afturat, at tað, at seta seg niður at mála fyri hana, er sum at sita í egnum heimi og lata allar tankar og kenslur fara til viks.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Síggj fleiri myndir hjá Bjørg á hennara Facebook síðu her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.