Vís mær títt lestrarlív – Jákup Heinesen, Nýsæland

Vís mær títt lestrarlív – Jákup Heinesen, Nýsæland
Jákup Heinesen vísir okkum sítt lestrarlív í Nýsælandi
10.03.2015 - 18:00

Röddin setur í løtuni fokus á lestrarlívið, nú tíðin nærkast, har freistirnar til at søkja inn á skúlar eru av. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.

 

Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.

 

 

Jákup Heinesen – Hamilton, Nýsæland

 

 

Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 21 ára gamli Jákup Heinesen, sum lesur í Hamilton í Nýsælandi.

 

Jákup er fyri fáum døgum síðani byrjaður at lesa Bachelor og Entrepreneurship (Íverksetan) á University og Waikato, sum liggur í Hamilton í Nýsælandi.

 

Les meira um University of Waikato her.

 

3 ráð frá Jákup

  1. Fyrireiking. Byrja í góðari tíð. Tað tekur langa tíð at fáa alt upp á pláss fyri at kunna koma til Nýsæland. Tú hevur ikki hug til at koma allan vegin til Nýsæland og finna útav, at alt ikki er ornað við studningi, visa, pengum, húsing og so framvegis. Tað tók Jákupi eitt ár frá, at hann fann skúlan, til at hann í dag endiliga er komin fram.
  2. Tú skal vera vís/-ur í, hvat tú vilt. Nýsæland er sera langt vekk. Tað ber ikki til at siga, at mann leingist heim, og síðani fara ein vikuskiftistúr til Føroya. Verð vís/-ur í, at hetta er nakað, sum tú veruliga vil. Tó er Jákup higartil sera glaður fyri Nýsæland og viðmælir øðrum føroyingum at koma tann vegin. Hann sigur, at tað er lætt hjá føroyingum at finna seg til rættis, og at tað hjálpir at vita, at mann hevur summarfrí frá novembur til mars.
  3. Ver opin. Hetta er besta ráðið Jákup hevur til teirra, sum ætla sær at lesa uttanlands. Tað er sera týdningarmikið at vera opin fyri tí ókenda og nýggja. Royn alt, sum kann roynast í tí landinum, tú kemur til. Lesnaðurin er bert ein lítil partur av at lesa uttanlands og kanska eisini tann parturin, sum tú fer at minnast minst av. Tað eru upplivingarnar, tú fer at minnast og taka við tær restina av lívinum. Jákup hevur bara verið í Nýsælandi í nakrar vikur. So um tær dámar at royna okkurt nýtt og spennandi og samstundis lesa á einum av bestu universitetunum innan handil í heiminum, so heldur Jákup, at tú skal koma til Nýsæland.

 

Skúlin

 

Høvuðsbygningurin

 

Fyrilestrarhøli

 

Lecture Hall í Business Management økinum

 

 

Kantinan

 

Her eta umleið 270 næmingar hvønn morgum

 

Heima

 

Jákup býr í einum av sovibygningunum (College Hall) 

 

Röddin ynskir Jákup góða eydnu við útbúgvingini.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.