Vís mær títt lestrarlív - Fríða Laksáfoss, Australia

Vís mær títt lestrarlív - Fríða Laksáfoss, Australia
Fríða Laksáfoss vísir okkum sítt lestrarlív í Australia
21.06.2015 - 11:30

Röddin setur fokus á lestrarlívið. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.

 

Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.

 

Fríða Laksáfoss – Melbourne, Australia

Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 25 ára gamla Fríða Laksáfoss, sum lesur í Melbourne í Australia.

 

Fríða lesur Bachelor of Business (Human Resource Management) á La Trobe University, sum liggur í Melbourne í Australia.

 

Les meira um La Trobe University her

 

3 ráð frá Fríðu

 

1. Eitt gott ráð er at søkja ígjøgnum EDU Danmark. Tey arbeiða saman við universitetum í Australia, Canada, Englandi og fleiri øðrum londum og hava nógvar royndir. At søkja ígjøgnum EDU kostar einki, og tey virka sum ein agentur (eitt millumlið) millum teg og universitetið. Leinkja til heimasíðuna: www.edu-danmark.dk

 

2. At fara út í heim at lesa er sera mennandi. Tað er gott at fyrireika seg mentalt upp á at vera langt burtur frá familju og vinum. Eisini er tað umráðandi at njóta tað nýggja umhvørvið og mentanina og minnast, at tað er ein góð íløga í framtíðina.

 

3. Ikki finn ein búðstað á internetinum. Nógvir útleiðarar royna at snýta international lesandi á internetinum. Best er at fara avstað, búgva á hostel/vandreheim ta fyrstu tíðina og hyggja eftir bústaði ímeðan. Um tú gert tað, er tað tryggari fyri teg, og tú fært sæð íbúðina, áðrenn tú rindar nakað depositum. Leigukontraktirnar í Australia eru ofta 6 - 12 mánaðir langar, og tað kann vera dýrt at siga eina leigukontrakt upp.

 

 

Röddin hevur biðið Fríðu um at taka myndir av sínum skúla, undirvísingarhøli, kantinu og bústaði.

 

Skúlin

 

Undirvísingarhøli

 

Kantinan

Her er ein cafe, vit hava eisini aðrar. Tú kanst millum annað eta kinesiskan mat, indiskan mat og australskan mat.

 

Heima

 

 

Röddin ynskir Fríðu góða eydnu við útbúgvingini

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.