- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vís mær títt lestrarlív - Vagnur Thomsen, Japan
Röddin setur fokus á lestrarlívið. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.
Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.
Vagnur Thomsen – Beppu, Japan
Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 25 ára gamli Vagnur Thomsen, sum lesur í Beppu í Japan.
Vagnur lesur samfelagsfrøði (social science) við fokus á “Culture, Society and Media”. Vagnur lesur á Ritsumeikan Asia Pecific University. Skúlin, sum Vagnur gongur á, liggur á einum fjalli í Beppu.
Les meira um Ritsumeikan Asia Pecific University her.
3 ráð frá Vagni
1. Ver klár/ur til eina heilt nýggja mentan. Tað eru nógvar góðar síður í japanskari mentan, men sum við øll mentanum, so eru eisini nakrar irriterandi síður við mentanini. Tá tú sært tær ringu síðurnar, er tað best at siga "bara í Japan" og koma víðari.
2. Ger títt besta við at tilpassa teg japansku mentanina. Tað inniber at brúka nógva tíð upp á at læri málið og hvussu mann uppførir seg rundan um fólk. Tað er sera ringt til tíðir, men um tú hevur viljan, so kemur mann ígjøgnum tað.
3. Skúlin, eg lesi í, hevur fleiri tjóðskapir, og tað fyrsta árið tú ert her í APU (skúlin eg lesi í), so býrt tú á einum kollegie við lesandi frá hesum ymisku londinum. So verð opin og smílandi, og brúka møguleikan at læra um fleiri mentanir, og tú endar við at hava vinir frá fleiri londum runt í heiminum.
Röddin hevur biðið Vagn um at taka myndir av sínum skúla, undirvísingarhøli, kantinu og bústaði.
Skúlin
Undirvísingarhøli
Kantinan
Heima
Röddin ynskir Vagni góða eydnu vit útbúgvingini.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |