Ummæli: Eivør - Bridges

Ummæli: Eivør - Bridges
Röddin er farin til frumframførslu av nýggju útgávuni hjá Eivør "Bridges"
15.03.2015 - 14:30

Fyri 15 árum síðani kom fyrsta fløgan hjá Eivør út og Eivør hevur síðani tá ríkað føroyska tónleikapallin. Eivør hevur júst givið út sína 11. útgávu við heitinum ”Bridges”.

 

Röddin er farin biltúr til Götu fyri at uppliva serstøku útgávukonsertina hjá Eivør, har hon frumframførir nýggju fløguna.

 

 

Lokalt og heimligt

 

Konsertin verður hildin í gamla virkinum Töting. Vit eru komin á staðið umleið ein tíma, áðrenn konsertin byrjaði. Inni í Töting ganga fyrireikarar og rigga til við kaffi, køku og ymiskum øðrum góðum í barrini. Stólar eru stillaðir upp til umleið 100 fólk. Annars eru vit frá Röddini fyrst á staðnum.

 

Hóast Töting er væl pyntað við málningum, stearinljósum, gomlum møblum og teppum, so er sera kalt inni.

 

Klokkan nærkast átta, sum er tíðspunktið konsertin skal byrja, og enn eru eingin fólk komin. Um tað er vanligt á bygd at møta upp beint áðrenn konsertin byrjar, tí mann er so tætt uppá, kundi verið ein grund, men nei. Klokkan slær nú 20 og dyrnar lata upp, og fólkini storma inn. Ikki er tíð at heilsa, steðga upp og siga hey, tað snýr seg um at finna besta sitiplássið.

 

Tað er einki loyndarmál, at øll gøtufólk elska Eivør, tey eiga Eivør. Og hetta mikukvøldið í mars mánaða er einki undantak. Fólk í øllum aldri eru møtt upp til hesa serstøku útgávukonsertina í Töting og hóast ringt veður, so er konsertin útseld og Töting er nú heitt.

 

Inniligt og persónligt

 

Aftan á vit vórðu boðin vælkomin, traðkar Eivør á pallin, og við sær hevur hon Høgna Lisberg, Mikal Blak og Marius Ziska. Hon leggur út við lagnum ”Stories”, sum er á nýggju fløguni.

Ein friðarlig byrjan hóast nýggja fløgan er meira elektronisk enn fyrru fløgurnar. Høgni spælir á elektronisku trummurnar, meðan Mikal Blak skiftir millum elektroniska bassin og synthesizarin.

 

Næsta lagið er lagið ”Bridges”, sum nýggja fløgan er kallað eftir. Tað fyrsta, eg hugsi, er ”hetta havi eg hoyrt fyrr”. Lagið minnir meg eitt sindur um lagið ”True Love”,  sum er á fløguni ”Room” frá 2013.

Hetta leiðir meg víðari til, at nýggja fløgan minnir um fløguna ”Room”, tó er nýggja fløgan ”Bridges” í einum lægri tempo og við áðurnevnda elektroniska dáminum.

 

Eitt annað, sum fangar oyra, er, at Eivør er farin frá høgu, skríggjandi sopran tónunum niður í eitt lægri tónalag. Hetta, haldi eg, riggar sera væl.

 

Tað er týðiligt, at Eivør er á heimavølli. Millum løgini verður sipað til ymiskar áskoðarar og ymiskir feilir henda undir konsertini. Eisini nevnir Eivør nakrar ferðir, at tað er nakað heilt serligt at spæla í Töting, heima í Götu.

 

Klassiskt, elektroniskt – alt í einum

 

Triðja lagið á skránni er lagið ”Purple flowers”, sum hevur ein dám av klassiskum tónum. Mikal Blak tekur ein boga fram og strýkur á bassin. Klassiska dámið hóskar sera væl til friðarliga lagið.

 

Klassiska dámið er afturvendandi á fleiri løgum, millum annað eisini á lagnum ”The Swing”, sum Marjun Kjælnes hevur skrivað.

 

Eivør heldur á fram og spælir nýggju fløguna umframt nøkur eldri løg.

 

Eftir konsertina varð endiliga tíð til at práta við vinir og kenningar. Eisini er møguligt at ogna sær fløgur og plátur í barrini.

 

5 út av 6 møguligum R’um

 

 

Sum altíð, so ger Eivør eitt næstan fullkomið avrik. Eivør hevur eina songrødd, sum er óhoyrd. Tað er sjáldan, í øllum førum í Føroyum, at mann upplivir ein sangara, sum hevur so gott tamarhald yvir sínari rødd og hevur eitt so fantastiskt sang kynstur.

 

Og sjálvandi kann Eivør eisini gera feilir av og á, men tá er einki problem hjá henni at sjarmera seg inn á áskoðararnar.

 

Eivør fær 5 út av 6 møguligum R’um fyri eina fantastiska frumframførslu av nýggju plátuni ”Bridges”.

 

Hóast næstan fullkomna avrikið, so saknaði eg ta stórslidnu Eivør, sum vanliga traðkar á pallin. Av tí at hetta var ein serstøk útgávukonsert í intimum umhvørvi, sum gjørdi, at Eivør hevði møguleikan til at vera meira leys og ikki so professionell, sum hon plagar, so saknaði eg, at hon gav seg 100%, sum hon hevði gjørt til eina vanliga útgávukonsert. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.