Kvinnuligir figurar hjá Disney líkjast ov nógv

Kvinnuligir figurar hjá Disney líkjast ov nógv
Les um atfinningarnar, sum hava verið ímóti Disney, um at kvinnuligu figurarnir í 3D animeraðu filmunum hjá teimum ikki eru nóg fjølbroyttir
16.03.2015 - 19:00

Síðani Disney sjálv byrjaðu at framleiða teldugjørdar 3D filmar, eru tey blivin átalað fyri, at kvinnuligu figurarnir líkjast alt ov nógv.

 

‘The Incredibles’ hjá Pixar, ið var útgivin í 2004, var tann fyrsti 3D animeraði filmurin, ið hevði menniskju sum høvuðspersónar.

 

Í hesum filminum høvdu kvinnuligu høvuðspersónarnir stórt høvd, eggrunt andlit, pinkulítla høku og nøs, og sera stór eygu.

 

 

Mynd av figurunum Violet og Helen úr ‘The Incredibles’

 

Hendan modellin hevur gingið aftur í nýggju 3D animeraðu filmunum hjá Disney og hevur nú fingið nógva umtalu.

 

Stutt eftir at 3D animeraði filmurin ‘Tangled’ bleiv útgivin í 2010, og møttur við fagnaða, avgjørdi Disney, at gevast við at framleiða 2D animeraðar filmar.

 

Tó sær tað út til, at tey samstundis góvust við at framleiða aðrar andlitsformar til kvinnuligu figurarnar í teirra nýggju filmum, tí kvinnuligi høvuðspersónurin í ‘Tangled’, Rapunzel, hevði nevnliga eisini fingið eyðkenda andlitsskapið.

 

 

Seinni bar eisini til at síggja sama andlitsskapið í nýggjari filmum sum t.d 'Wreck-It Ralp', 'Frozen' og 'Big Hero 6'.

 

 

Fyri stuttum byrjaði ein mynd at gera um seg á Tumblr, ið vísti andlitini á kvinnuligu figurunum í teimum seinastu filmunum hjá Disney, samanborið við andlitini hjá mannligu figururunum úr somu filmunum.

 

Myndin vísir, at kvinnuligu figurarnir í nýggju filmunum hjá Disney hava allir sera lík andlitsbrøgd, meðan andlitini hjá mannligu figurunum sýnast meira fjølbroytt og spennandi.

 

 

Lino DiSalvo, ið er ‘Creative Director’ hjá Disney, bleiv fyri stuttum spurdur um, hví kvinnuligu høvuðspersónar líktust so nógv. 

 

Hann svaraði, at tað er orsakað av, at tað er ringt at animera kvinnuligar figurar, tí at tær skulu kunna visa eina rúgvu av kenslum, samstundis sum tær skulu síggja sera vakrar út.

 

Úttalan hjá DiSalvo fekk nógvar atfinningar, og nógv ivast nú í, um manglandi fjølbroytni í kvinnuligu figurunum hjá Disney er ein spurningur um tilvild ella kynjamismun. Hvat heldur tú?

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.