Vís mær títt lestrarlív - Jónas Vang Hansen, Danmark

Vís mær títt lestrarlív - Jónas Vang Hansen, Danmark
Jónas Vang Hansen vísir okkum sítt lestrarlív í Danmark
20.03.2015 - 06:15

Röddin setur í løtuni fokus á lestrarlívið, nú tíðin nærkast, har freistirnar til at søkja inn á skúlar eru av. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.

 

Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.

 

 

Jónas Vang Hansen – Keypmannhavn, Danmark

 

Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 23 ára gamli Jónas Vang Hansen, sum lesur í Keypmannahavn í Danmark

 

Jónas lesur polit (búskaparfrøði) á Københavns Universitet, sum liggur í Keypmannahavn.

 

Les meira um Polit á Københavns Universitet her.

 

3 ráð frá Jónas

1. Tað er fínt at supplera, áðrenn mann byrjar sína útbúgving fyri at tillaga seg samfelagið, umframt at fáa tíð til at finna sær bústað og fáa alt tað fíggjarliga upp á pláss.

2. Um mann velur at lesa í Keypmannhavn, so skal mann ikki vera bangin fyri, at býurin er ov stórur, tí hann er veruliga minni, enn ein heldur. Tað er ikki soleiðis, at ein ferðast alt Keypmannahavn runt, mann ferðast í einari ógvuliga lítlari ringrás.

3. Fyri danir og danska lestrarlívið er tað sera týdningarmikið við góðum samanhaldi, so far við á rústúr og finn ein góðan lesibólk. TEAM DANMARK!

 

Röddin hevur biðið Jónas um at taka myndir av sínum undirvísingarhøli, kantinu, skúla og bústaði.

 

Skúlin

 

 

 

 

Undirvísingarhøli

 

 

 

 

Kantinan

 

 

Heima

 

 

 

 

Röddin ynskir Jónas góða eydnu við útbúgvingini.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.