Listafólkið: Christina Blach Schrøder

Listafólkið: Christina Blach Schrøder
Tjekka myndirnar hjá Christinu Blach Scrøder út í greinini
09.04.2015 - 18:15

Listafólkið hesa ferð er 23 ára gamla Christina Blach Scrøder. Hon lesur í løtuni Fine Art & Professional Practice á Blackpool & Fylde College í Englandi.

 

- Eg havi altíð teknað nógv sum barn, men tað var fyrst, tá eg byrjaði í fólkaskúlanum, at mín áhugi fyri list byrjaði. Síðani tá hevur mær dámað tað væl, tí tað var so avslappandi at tekna. Áhugin hjá mær bleiv størri, tá ið eg møtti vinfólkunum, sum eg havi í dag. Tá ið eg møtti teimum, byrjaði eg at brenna meira fyri listini og royndi alt, hvat eg kundi, fyri at blíva betri.

 

Eg bjóði mær sjálvari av
Christina hevur ikki funnið sín egna stíl enn. Hon nýtir nógvar ymiskar teknikkir, øvar seg og eksperimenterar við listini.

 

- Eitt, sum mær dámar, er at tekna kvinnur, har eg eisini brúki nógvar farvur. Mær dámar eisini væl at gera mynstur ella nógvar og smáar detaljur. Eg royni eitt sindur av hvørjum fyri at øva og bjóða mær sjálvari av innan tey ymisku økini, sum eru. Tað, sum eg havi fokuserað upp á í seinastuni, er at tekna realistiskar og simplar illustratiónir. Tað, sum eg brúki oftast at tekna við, eru vatnmáling og svartir pennar, men av og á royni eg meg eisini við vanligari máling, markers og øðrum.

 

Íblástur úr gerandisdegnum
- Mín íblástur kemur ymsa staðni frá. Eg kann hyggja at tekningum hjá vinkonunum hjá mær ella einum listafólki og fáa eitt hugskot til okkurt. Tá eg síggi mynstur, sum eg vil seta inn í mína mynd, tá eg hyggi at einum filmi, spæli eitt spæl ella lesi eina bók, sum fær meg at ímynda ymsar kenslur. Tað kann eisini vera, tá ið eg síggi eina mynd í einum mótablaði. Mann kann væl siga, at mín íblástur kemur frá tingum rundan um meg.

 

 

Síggj fleiri myndir á Facebook síðuni hjá Christinu.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.