Smyrsl ígjøgnum øldirnar

Smyrsl ígjøgnum øldirnar
Smyrsl hevur verið til í fleiri øldir og hevur verið ein partur av flestu mentanum í heimssøguni. Her ber til at lesa um, hvussu tað hevur broytt seg ígjøgnum øldirnar
14.04.2015 - 12:00

Gamla Egyptaland (uml 3150-31 f.Kr)



Eygu: Prýdd við kohl og eygnaskuggum

Varrar: Prýddar við reyðum, appilsingulum, bláum og svørtum litum.

Hár: Oftast flætta ella brúktu tey parykk

 

Egyptarar brúktu kohl, sum var framleitt úr sót, metali og feitti, til at farva eyguni myrkari. Hildið var, at kohl forðaðu eygunum at gerast blind, og tí høvdu medisinmenn tað altíð við sær.

 

Umframt hetta brúktu egyptarar grønar og bláar eygnaskuggar, ið vóru framleiddir úr miniralinum malakitt. Bæði mannfólk og konufólk brúktu smyrsl, og var tað sæð sum eitt tekin um tign.

 

Gamla Grikkaland (uml 800-500 f.Kr)

Brýr: Nattúrligar og stórar

Eygu: Prýdd við mildum skuggum

Húð: Bleik 

 

Náttúrligur vakurleiki var í hásæti í gamla Grikkalandi. Myrkar, samanvaksnar brýr vóru væl dámdar, og tey, sum ikki sjálv høvdu slíkar brýr, límaðu ofta djóraskinn ímillym brýrnar ella teknaðu tær á við kohl.

 

Konufólk brúktu ofta krem við blýggi til at gera húðina ljósari.

 

Gupta Øldin, India, (uml. 320-550 e.kr)

 

Eygu: Prýdd við kohl

Hár: Uppsett í ein topp ella flætta saman við blómum.

Varrar: Prýddar við reyðum litum

 

Kohl hevur altíð verið nógv brúkt í India, og hetta helt áfram í Gupta øldini. Kvinnur brúktu ofta litríkar blómur til at prýða hárið við og settu ofta hárið upp í toppar ella flættaðu tað.

 

Eisini prýddu gift konufólk pannina við einum 'bindi', sum er ein lítil reyður prikkur.

 

Elisabetanska Øldin (uml 1558-1603)

Húð: Bleikt við puturi

Brýr: Avrakaðar ella bleiktar. Eisini rakaði man pannuna, fyri at hárgrensan skuldi sýnast hægri.

Varrar: Prýddar við reyðum

Hár: Oftast litað reytt

 

Elizabeth drotning var stíl-ikonið í hesi øldini. Konufólk plagdu oftast at nippa ella rakað brýrnar heilt av og rakaðu eisini hárið oman fyri pannuna, fyri at pannan skuldi sínast st'rri og hárgrensan hægri.

 

Konufólk brúktu eisini eitt putur úr blýggi fyri at síggja bleikari út. Av tí at Elizabeth drotning var reyðhærd, bleiv hetta eisini ein vælumtóktur litur, og nógv litaðu sær hárið ella brúktu parykkar fyri at hava sama hárlit sum drotningin.

 

Japan (Miðskeiðis í 18. Øld)

Húð: Málað hvít
Varrar: Smáar og blóðreyðar

Eygu: Prýdd við reyðum og svørtum litum

Hár: Uppsett og stórt

 

Mitt í 18. øld bleiv Geisha mentanin ein stórur partur av japanskari mentan sum heild og ímyndin av vakurleika. Geisha-gentur vóru, og eru enn, undirhaldarar, ið sungu, spældu tónleik, dansaðu og skrivaðu yrkingar.

 

Smyrsl var ein stórur partur av tí at vera Geisha, og skilti tær út frá mongdini. Geisha gentur málaðu andlitið og nakkan hvít, og varrarnar reyðar. Tær, sum enn ikki vóru útlærdar, sluppu einans at hava reyðu farvuna á undirvørrini.

 

Á eygunum brúktu tær kohl og reyðar litir. Hárið var uppsett, men av tí at tað tók so langa tí at seta tað upp, máttu genturnar ofta sova við serligum kubbum undir nakkanum, soleiðis at uppsetingin ikki oyðilegðist.

 

Fyri Fronsku Revolutiónina (uml 1775-1789)

Húð: Bleikt við puturi, og kjálkarnir litaðir reyðir við kinnareyðum

Varrar: Skínandi og bleytar av feitti

Hár: Høgt uppsett og hvítt

 

Marie Antoinette var stílikonið í hesi tíðini, tá hon var drotning í Fraklandi. Konufólk brúktu putur til at gera húðina ljósari og teknaðu ofta bláar æðrar á húðina, fyri at sýnast enn bleikari.

 

Eisini teknaðu fólk svørt móðurmerki á andlitið, sum blivu kallaðir vakurleikablettir. Kjálkarnir vóru reyðir, og varrarnar skínandi.
 

Hárið var litað hvítt og sett upp í sera høgar og tungar frisurur. Ofta høvdu fólk ikki nokk av hárið, til at uppsetingin kundi síggja út, sum hon skuldi, og brúktu tey tí parykkar ístaðin.

 

Viktorianska Øldin (Uml. 1837-1901)

Húð: Putra við løttum puturi

Kjálkar: Klíptir fyri at teir skuldu síggja reyðir, men natúrligir út

Hár: Langt, ofta uppsett í ein leysan topp

 

Enska Viktoria drotning kunngjørdi alment í 19 øld, at tað var ófólkaligt at brúka smyrsl. Av tí sama bleiv natúrliga útsjóndin sera týdningarmikil í viktoriansku øldini.

 

Konufólk brúktu einans eitt sindur av puturi og brúktu als ikki varrastift ella kohlstift, av tí at hetta var óhóskandi.

 

 Fyri at fáa farvu á kjálkarnar klíptu tær seg, heldur enn at brúka kinnareytt. Lang bleiv ímyndin av tí kvinnuliga, men tó var vanligt at seta tað upp í ein topp.

 

 

Seksti-árini (1960-1969)

Varrar: Bleikar og ljósareyðar

Eygu: Prýdd við kraftigum litum og eftirgjørdum eygnavippum

Kjálkar: Myrkir fyri at kjálkabeinini skuldu síggjast betri

Hár: Stórir, rundir parykkar

 

Kvinnurørslan í 60'unum gjørdi, at konufólk tordu at royna nýggj ting, tá ið tað kom til smyrsl. Allir litir blivu brúktir til eyguni, av tí at nú vóru ongar reglur fyri, hvat var rætt ella skeivt.

 

Eisini brúkti mann kraftigan eye-liner og eftirgjørdar eygnavippur, fyri at eyguni skuldu síggja so ógvuslig út sum møguligt.

 

Eisini byrjaði mann í vesturheiminum fyri fyrstu ferð at gera smyrsl til myrk konufólk.

 

 

Niðan fyri ber til at síggja eitt filmsbrot, har ið nærri verður greitt frá, hvussu smyrsl hevur ment seg gjøgnum øldirnar:



Kelda: Buzzfeed

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.