Ágangur móti upprunakvinnum í Kanada

Jesse og ein familjuvinur í Yukon, økinum haðani hon er
Ágangur móti upprunakvinnum í Kanada
22 ára gamla Jesse Hudson er av upprunafólki í Kanada. Hon greiðir í sambandi við altjóða kvinnudagin frá, hvussu innføddar kanadiskar kvinnur í størri mun enn aðrar kanadiskar kvinnur eru fyri seksuellum ágangi
09.03.2016 - 08:15

Á altjóða kvinnudegnum í gjár vóru húðarlitur og hagtøl um støðuna hjá kvinnum í eitt nú tilafturskomnum londum ella um lønarmun frammi. Kynsmunur hevur tó ikki bert samband við turriklæðir, menningarlond ella løn og er eisini eyðsýndur í londum, vit kanska ikki høvdu væntað tað.

 

 

Ræðandi hagtøl

Í 2011 sóu 4,3% av øllum kanadiarum seg sum innfødd, sigur Jesse, ið lesur altjóða viðurskifti á University of British Columbia í stóra kanadiska býnum Vancouver. Hon greiðir eisini frá, at innføddu kvinnurnar eru úr ógvuliga ymiskum ættarbólkum við ymiskum mentanum og málum. Tað einasta, bólkarnir hava til felags, er, at teir vóru í Kanada, áðrenn onnur fólkasløg komu til Kanada – og nú, at líkindini fyri, at kvinnurnar verða seksuelt misnýttar, eru størri enn at aðrar kanadiskar kvinnur verða misnýttar seksuelt.

 

Seinastu 20-30 árini eru ógvuliga nógvar innføddar kanadiskar kvinnur horvnar og dripnar. Sambært hagtølum verður helvtin av øllum innføddum kanadiskum kvinnum seksuelt misnýttar, og hetta er nógv hægri enn miðal, sum í Norðuramerika er ein út av fýra kvinnum.

 

 

Hyper seksualisering

- Eg haldi, at tað er eitt sindur av muni á, hvat kvinnurørsla er fyri innføddar kvinnur og aðrar kanadiskar kvinnur. Fyri okkum verður kvinnurørslan ofta sett í samband við sjálvræði, men størsti trupulleikin, ið eisini verður endurspeglaður í ræðandi hagtølunum, er, at innføddar kvinnur verða sæddar øðrvísi enn aðrar kvinnur í Kanada.

 

- Kvinnulýsingar í filmum og sjónvarpsrøðum eru ikki serliga fjølbroyttar. Hóast tað er við at batna eitt sindur, so verða kvinnur sum heild ofta hyper seksualiseraðar, og hetta er ein enn størri trupulleiki fyri innføddar kanadiskar kvinnur, ið ofta verða sæddar sum virðisleysar – næstan sum um tær kunnu brúkast, sum best ber til.

 

- Eg havi tó verið heppin, at eg ikki sjálv havi upplivað slíkan hugburð og havi verið á røttu síðuni av hagtølunum. Tað kann vera, tí eg bert eri hálv innfødd, og at tað tískil ikki sæst so væl.

 

 

Menn hava ikki skyldina

Jesse heldur ikki, at vit kunnu geva nøkrum ávísum skyldina fyri hyper seksualiseringina av kvinnum og serliga innføddum kvinnum í Kanada.

 

- Hetta er ein samfelagstrupulleiki yvirhøvur, og vit kunnu ikki geva monnum ella nøkrum øðrum samfelagsbólki skyldina. Vit kvinnur lata jú ofta standa til, tá vit verða sæddar sum sexobjekt.

 

- Eg haldi eisini, at vit við eitt nú popptónleiki gera eina neyðtøkumentan meiri vanliga. Øll lurta eftir sangunum og elska teir, men tá tú veruliga lurtar eftir nógvum av tekstunum, so eru teir als ikki serliga dámligir.

 

Jesse heldur, at hóast talið av innføddum kvinnum, sum eru fyri seksuellum ágangi í Kanada, er ovurhøgt, so er hetta eitt stríð fyri allar kvinnur, men at broytingin má henda spakuliga, tí annars verður mótstøðan ov hørð.

 

 

Einki fokus

Tað, sum kanska hevur verið mest ræðandi, er, at so lítil dentur hevur verið lagdur á kriminalitetin mótvegis kanadiskum innføddum kvinnum í almenna rúminum og frá eitt nú politinum, sigur Jesse. Hon heldur, at somu brotsverk móti øðrum kanadiskum kvinnum fylla meira, men hon sigur tó eisini, at hetta er við at broytast, og at eitt nú nýggi forsetin hevur sett kriminalitet móti uppruna kanadiskum kvinnum meiri á breddan.

 

 

Vilt tú vita meira um kriminalitetin móti innføddum kanadiskum kvinnum, ber til at hyggja at eitt nú dokumentarinum “Finding Dawn.”

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.