Vís mær títt lestrarlív – Jóhanna Magnusardóttir, Kina

Vís mær títt lestrarlív – Jóhanna Magnusardóttir, Kina
Jóhanna Magnusardóttir vísir okkum sítt lestrarlív í Kina
23.04.2015 - 11:00

Röddin setur fokus á lestrarlívið. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.

 

Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.

 

 

Jóhanna Magnusardóttir – Ningbo, Kina

 

 

Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 22 ára gamla Jóhanna Magnusardóttir, sum lesur í Ningbo í Kina.

 

Jóhanna lesur International Studies (Altjóða viðurskifti) á The University of Nottingham, sum liggur í Ningbo í Kina.

 

Les meira um The University of Nottingham her

 

 

 

3 ráð frá Jóhonnu

  1. Far og ferðast uttan fyri Evropa, áðrenn tú velur at flyta til Kina
  2. Lær teg eitt sindur av kinesiskum
  3. Undirmet ikki lága kostnaðarstøðið. Tað kostar altíð at flyta og fara í IKEA. Pengarnir røkka rættiliga langt, men um tú skalt eta vesturlendskan mat og ganga í vesturlendskum klæðum, so er prísmunurin ikki so stórur.

 

 

Röddin hevur biðið Jóhonnu um at taka myndir av sínum skúla, undirvísingarhøli, kantinu og bústaði.

 

 

Skúlin

 

Hetta er eyðkenda University of Nottingham klokkutornið, ið bæði universitetið í Onglandi, Malaysia og Kina hava. Á campus er rættiliga vakurt og flest allir næmingar og lærarar búgva her. Bláur himmal sum her er tó ikki gerandiskostur, tí luftin er so dálkað.

 

 

Undirvísingarhøli

 

Skúlastovurnar eru ymiskar. Størru deildirnar hava tímar í auditoriunum, meðan smærri deildirnar og málfakini eru í smærri skúlastovum. Fyrilestrahaldararnir eru úr øllum heiminum og øll undirvísing á enskum.

 

 

Kantinan

 

Á campus eru nógvir ymiskir møguleikar at keypa sær mat bíliga. Hetta er ein av teimum trimum kantinunum. Eisini eru bæði kinesiskar og vesturlendskar matstovur.

 

 

Heima

 

Hetta er íbúðin hjá okkum. Vit eru fýra lesandi, sum hava hvør sítt kamar, men felags WC, køk, brúsu og stovu. Køliskáp, borð, stólar og skenkur fylgja við øllum íbúðunum. Møguleiki er tó eisini fyri at búgva á einakamari við WC og felagskøki, ið øll hæddin deilir.

 

Kømrini eru ikki so stór, men her er alt tað mest neyðuga. Klædnaskáp, song, skriviborð við hillum og skuffum, ein stólur og teppi eru fast innbúgv.

 

 

Röddin ynskir Jóhonnu góða eydnu við útbúgvingini

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.