10 festivalar innan 4000 kilometrar

Tomorrowland
10 festivalar innan 4000 kilometrar
Vit hava funnið 10 festivalar, sum liggja innan 4000 kilometrar frá Føroyum
01.05.2015 - 23:15

 

Tað er ofta ringt at sita í Føroyum og finna útav, hvar mann skal ferðast til næstu ferð. Vit føroyingar hava tað við at sjáldan koma nógv longri enn ein túr til Danmarkar. Serliga eru vit eisini góð til at ganga á okkara egnu festivalum, men kundi tú hugsað tær at roynt okkurt nýtt, so kanst tú fáa íblástur her. Vit hava funnið 10 populerar festivalar, sum allir liggja innan 4000 km frá Føroyum. 

 

 

EXIT - Serbia, 3380 km

 

EXIT festivalurin í Serbia er ein serligur festivalur innan festivalheimin. Festivalurin byrjaði sum ein næmingarørsla, sum stríddist fyri friði og fólkaræði í Serbia og Balkan. Enn í dag er festivalurin ein almannagagnligur felagsskapur.

 

EXIT festivalurin heldur til í býnum Novi Sad og er í ár í døgunum 9.-12. juli. Á skránni í ár kanst tú millum annað finna Emeli Sandé, Motorhead, The Prodigy, Tom Odell og Milky Chance.

 

Les meira um EXIT festivalin her

 

 

Tomorrowland - Belgia, 2319 km

 

Tomorrowland er størsti elektroniski festivalur í heiminum. Festivalurin er trý ár á rað kosin sum besta tónleikatiltak til "International Dance Music Awards".

 

Festivalurin er vaksin til at nú verða hildin í trimum londum. TomorrowWorld í USA og Tomorrowland Brasil í Brasil. 

 

Tomorrowland Belgia verður í ár hildin í døgunum 24.-26. juli í býnum Boom. Sum sagt er Tomorrowland ein elektroniskur festivalur, so á skránni finnur tú nøvn sum Avicii, Tiësto og David Guetta

 

Les meira um Tomorrowland her.

 

 

Open'er - Poland, 2406

 

Open'er er ein festivalur, sum liggur á einum flogvølli í býnum Gdynia. Open'er festivalurin vann í 2009 og 2010 heiðurslønina sum besti stóri festivalurin til  "European festival awards."

 

Festivalurin verður í ár hildin í døgunum 1.-4. juli, og á skránni eru nøvn sum Drake, A$AP Rocky, Mumford & Sons, Hozier og íslensku Of Monsters And Men.

 

Les meira um Open'er her

 

 

Glastonbury - Ongland, 2816 km

 

Glastonbury festivalurin er ein eldri festivalur. Festivalurin byrjaði dagin eftir Jimi Hendrix doyði, altso 19. septembur 1970. Prísurin tá var £1 og ókeypis mjólk frá bóndanum. 

 

Í ár er tað 33. Glastonbury festivalurin, sum verður hildin. Festivalurin verður hildin í Pilton, Sommerset í døgunum 24.-28. juni. Á skránni í ár eru nøvn sum Deadmau5, Kanye West, Pharell Williams, Foo Fighters og Florence & The Machine. 

 

Les meira um Glastonbury her

 

Sziget - Ungarn, 2882 km

 

Sziget festivalurin er ein av størstu fjølmentanarligu tiltøkunum í Evropa. Festivalurin byrjaði í 1993 og heldur í ár ta 22. útgávuna. Umleið 400.000 fólk frá fleiri enn 70 ymiskum londum samlast á eini vakrari oyggj í hjartanum í Budapest. 

 

Festivalurin verður hildin a oydni Óbudai-sziget í døgunum 10.-17. august. Á skránni í ár eru millum annað Robbie Williams, Ellie Goulding, Limp Bizkit, Passenger og danska .

 

Les meira um festivalin her.  

 

 

Colours of Ostrava - Kekkia, 2549 km

 

Colours of Ostrava er størsti altjóða festivalurin í Kekkia og eitt av størstu tónleikatiltøkunum í Evropa. Festivalurin hevur heili 16 pallar bæði uttan- og innandura. 

 

Í ár er 13. ferð Colours of Ostrava verður hildin. Festivalurin verður hildin í døgunum 16.-19. juli. Í Ostrava hevur tú møgugleikan at hoyra millum annað Kasabian, St. Vincent, Mika og íslendsku Björk

 

Les meira um Colours of Ostrava her.

 

 

Iceland Airwaves - Ísland, 692 km

 

Iceland Airwaves varð fyrstu ferð hildin í 1999 og er blivin til eitt av fremstu tónleikatiltøkunum í árinum. Íslendski festivalurin hevur gjøgnum árini havt nógv spennandi nøvn á skránni bæði íslendsk og altjóða.

 

Í mun til aðrar festivalar verður Iceland Airwaves hildin í novembur mánað. Í ár liggur festivalurin í døgunum 4.-8. novembur. Av tí sama er skráin ikki liðug enn, men tú kanst gleða teg til Björk og nógv onnur spennandi nýggj nøvn. 

 

Les meira um Iceland Airwaves her

 

 

Roskilde Festival - Danmark, 1368 km

 

Roskilde festivalurin er størsti festivalurin í norður Evropa og hevur verið síðani 1971. Roskilde festivalurin er eisini ein almannagagnligur felagsskapur við fleiri túsund sjálvbodnum.

 

Festivalurin varð stovnaður av íblástri frá Woodstock festivalinum í USA í 1969 og frá Thylejren í 1970. Í byrjanini av 2000 vaks festivaløkið við 300 tdr. land og Roskilde festivalurin bleiv tá størsti rokk festivalur í Evropa. Yvir 100.000 fólk vitja Roskilde festivalin. 

 

Festivalurin liggur í ár í døgunum 27. juni - 4. juli. Á skránni eru nógv stór nøvn, millum annað Paul McCartney, Muse, Disclosure, Nicki Minaj, Mew og Kendrick Lamar.

 

Les meira um Roskilde festivalin her

 

 

Sónar - Barcelona, 3525 km

 

Sónar festivalurin er altjóða festivalurin fyri framkomnum tónleiki. Sónar heldur ikki bara til í Barcelona, men ferðast eisini heimin runt við konsertum. Í ár var festivalurin eisini í Danmark, har millum annað føroyski Brynjolfur spældi. 

 

Sónar er fyrst og fremst elektroniskur tónleikur, men tú finnur eisini annan tónleik. Á skránni í ár eru nøvn sum Skrillez, føroyski/íslendski bólkurin Kiasmos, Kasper Bjørke, Die Antwoord og FKA Twigs.

 

Les meira um Sónar festivalin her

 

 

Southside - Týskland, 2496 km

 

Southside festivalurin varð stovnaður av somu fyriskiparum sum Hurricane festivalurin í Týsklandi. Fyrsti Southside festivalur var í 1999 og hevur verið hvørt ár síðani. 

 

Av tí at fleiri landamørk liggja nær Southside festivalinum, so er fjøldin fleirtjóða. Í 2003 bleiv metið av gestum 40.000, og síðani tá hevur verið útselt hvørt ár. 

 

Festivalurin verður hildin á einum hernaðarflogvølli í Tuttlingen í døgunum 19.-21. juni. Á skránni í ár eru fleiri av somu nøvnunum sum á hinum festivalunum, men eisini eru millum annað The Dø, First Aid Kit, The Vaccines, The Tallest Man on Earth og Black Rebel Motorcycle Club

 

Les meira um Southside her

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.