Handan leiktjøldini

Handan leiktjøldini
- Eg segði, at tú ikki skuldi taka myndir, meðan eg læt meg í
30.04.2015 - 10:00

- Ja, so fara tit bara aftur um pallin, síðan til vinstru, inn gjøgnum tvey rúm, so til høgru, og har síggja tit tey í klædnarúminum.

 

Hygg eisini at myndarøðini: Handan leikpallin

 

Tjóðpallurin ljóðar sum ein sonn labyrint, men vit funnu vegin fram til klædnarúmið hjá sjónleikarunum, har teir tríggir sjónleikararnir, Hans Tórgarð, Hjálmar Dam og Kristina Ougaard Sørensen og gera seg klár til dagsins framsýning. 

 

Hans er um at lata seg í, men vil ikki hava, at vit taka myndir ímeðan. Ljóðini frá myndatólinum hoyrast kortini.

 

- Eg segði, at tú ikki skuldi taka myndir, meðan eg læt meg í!

 

Les eisini: Ummælið av Kravravnum

 

Hans blíðkast tó skjótt, tá myndatólið vendir móti sminkuborðinum, har Hjálmar og Kristina sminka sær.

 

- Ná, nú er kritiska fasan yvirstaðin, so nú kanst tú taka myndir aftur, sigur Hans, meðan hann letur seg í sokkar. 

 

- Hans letur seg fyrst í, síðan sminkar hann sær. Hann kann gott vera eitt sindur skitin. Men eg vil ikki hava sminku á búnan, so eg sminki mær áðrenn, sigur Hjálmar, sum hevur leiklutin sum tann fíni og hástóri Gustav.

 

Hóast menninir bara skulu lata seg í búnan og hava grundsminku til leikin, so skal Kristina gera meira burtur úr sær sjálvari. Umframt at sminka sær, skal hon eisini krúlla hárið og seta tað upp. 

 

Ritual fyri at koma í karakter

Sjónleikir eru ógvuliga ymiskir og leikararnir eisini. Hesin leikurin er ógvuliga krevjandi, tí bara tveir leikarar eru á pallinum í senn. Sjónleikararnir eru alla tíð í kastiljósinum. Tey kunnu ikki fjala seg aftan fyri nakað ella nakran á pallinum. Tí er sera týdningarmikið hjá teimum at koma í karakter.

 

- Tað er ymiskt, hvussu leikarar fyrireika seg til eina sýning. Kristina plagar at gera yoga, tibetanskar venjingar og okkurt við andadrátti. Hans er meira old school við kaffi og tubbakki.

 

- Tað er ymiskt, hvussu mann kemur í karakter, men at fara í búnan er eitt ritual, og at sminka sær er eisini eitt ritual. Tað er eisini ymiskt frá leiki til leik, hvat mann ger áðrenn ein leik, sigur Hjálmar.

 

- Eg havi fingið eitt sovorit, har eg má busta tenn áðrenn hvørja sýning, sigur Kristina um ein av sínum vanum. 

 

Skeivar arbeiðstíðir

Sum sjónleikari arbeiðir tú ikki vanligar arbeiðstíðir frá 8-16. Sýningarnar eru um kvøldið, tá øll onnur hava fingið frí. Tá tey venja leikin, hava tey tó vant frá 10-16. Tá ið sýningarnar nærkast, verður mannagongdin kortini broytt.

 

- Tá vit nærkast premieruni, venja vit um dagin og hava gjøgnumgongd um kvøldið. Í hesum leikinum hava vit eisini vant leygardagar. Annars plagar mann vanliga at hava frí um vikuskiftið. 

- Eg hyggi allatíð eftir klokkuni, men hon riggar ikki

 

Gloyma tit nakrantíð tekstin?

Tá eg spyrji, um tey nakrantíð gloyma tekstin, bankar Kristina fyrst undir borðið og sigur: nei, tað er tíbetur sjáldan.

 

- Viðhvørt hendir tað kortini, at mann gloymir okkurt. Tá fer supercomputarin í gongd. Mann umroknar onkrar skjótar senur, býtur um upp á onkrar raðfylgjur og klárar at koma aftur á rætta kós, sigur Hjálmar, meðan Kristina aftur bankar undir borðið. 

 

Publikum skal vera við

At fara til sjónleik er ikki tað sama sum at hyggja at einum filmi á sofuni við telefonini í hondini ella telduni í fanginum.

 

- Tað er eitt kempi-arbeiði at venja ung at ganga til sjónleik. Fyri nøkrum fáum árum síðani sótu nøkur við telefonini í hondini. Ella var tað onkur, sum líka fann upp á at fara á ves mitt undir sýningini og valdi at ganga beint forbíð senuna. Tað er heilt absurd. Men tey ungu í dag duga væl at ganga til sjónleik.

- Í dag er skúlasýning, so klokkan verður í øllum førum fimm minuttir yvir, áðrenn leikurin byrjar

 

Publikum er altíð ymiskt frá leiki til leik. Viðhvørt flenna tey ofta, aðrar tíðir als ikki. Hetta kann gera sjónleikarar fjálturstungnar.

 

- Nú eru vit vorðin rutinerað. Eitt friðarligt publikum merkir ikki, at tey keða seg. Publikum er ymiskt. Sum nýbyrjari følir mann seg kanska ikki nóg góðan. Men eitt friðarligt publikum kann eisini vera konsentrerað og fylgja væl við í leikinum, sigur Hjálmar.

 

- Tá tey bara flenna, má mann skrúva eitt sindur niður. Tey kunnu jú ikki bara sita og flenna gjøgnum allan leikin. Tá tey harafturímóti onki siga, má mann skrúva eitt sindur upp, leggur Hans aftrat. 

 

Tjóðpallurin

Tjóðpallurin er ógvuliga lítil og umstøðurnar ikki altíð so góðar. Á 10 ára føðingardegi Tjóðpalsins varð ætlanin um nýtt og snotiligt tjóðleikhús løgd fram. 

 

Meðan sjónleikararnir bíða eftir nýggjum tjóðleikhúsi, mugu teir sláa seg til tols við smáligu umstøðunum á Tjóðpallinum. Leikararnir mugu millum annað ganga gjøgnum 'rottugongina', tá teir skulu ganga millum klædnarúmið og køkin, har tey bíða, meðan áskoðararnir sessast. 

- Rottugongin er ikki so galin, nú hon er ruddað

 

Myndir: © Hanna Vang

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.